Hóast kommunuskatturin hækkar við einum prosenti, so fer vanligi borgarin ikki at merkja nakað til tað, tí talan er í veruleikanum um ein útjavnan í sambandi við skattalættan í landsskattinum.
Fáa ikki samsýning frá landinum
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tað er neyðugt hjá kommununi at hækka skattin, tí at kommunan onga samsýning fær frá landinum fyri tær uppgávur, sum nú verða fluttur frá landinum til kommunurnar at umsita. Tað er til dømis innan sosiala umsorgan og barnavernd, at hetta er galdandi.
- Um vit høvdu fingið allar tær øktu útreiðslurnar í sambandi við nýggju uppgávurnar inn umvegis kommunuskattin, hevði tað merkt eina hækking upp á umleið 1,1 prosent í kommunuskattinum, so í veruleikanum missa vit pening við bert at hækka kommunuskattin eitt prosent, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin í Havn heldur tað verða misvísandi av landsstýrinum at boða frá skattalætta, tá ið teir samstundis áleggja kommununum uppgávur, ið landið higartil hevur tikið sær av, uttan at kommunurnar fáa nakra samsýning. Tí noyðast kommunurnar at økja um kommunuskattin fyri at fáa tað at hanga saman, og tað veit landsstýrið væl, sigur Heðin Mortensen.