Føroysku kommunurnar skulu samanlagt hava slakar 40 mió. krónur aftur í skatti fyri skattaárið 2011. Tað er greitt, nú TAKS hevur gjørt kommunuskattin fyri 2011 upp. Endaliga uppgerðin vísir, at samlaði kommunuskatturin fyri 2011 var nærum 1,5 milliard krónur. Størstu kommunurnar fáa nærum allar pening aftur, meðan nakrar smærri kommunur skulu rinda pening aftur.
Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at samanlagt resta umleið 17 milliónir krónur í hjá kommununum. Hesin peningur kemur ikki í kommunukassan, fyrr enn skuldarar rinda írestandi skattin.
Á hvørjum ári avroknar TAKS kommununum ein fyribilsskatt við teimum upplýsingum, ið tá eru tøkir. Ein meira fullfíggjað uppgerð verður gjørd árið eftir, tá ið sjálvuppgávur eru latnar inn og ítøkilig hagtøl um fólkaflyting millum kommunur eru tøk.
Endaliga uppgerðin fyri kommunuskattin er á hvørjum ári tøk eftir 20. oktober árið eftir.