Kommunuskúlin flytir í Argja Skúla

Kommunan hevur, saman við skúlaleiðsluni í Kommunuskúlanum, arbeitt við loysn á hølisviðurskiftunum hjá Kommunuskúlanum, nú soppur og inniluftstrupulleikar eru staðfestir í høvuðsbygninginum, sum tí krevur stóra høvuðsumvæling. Í sambandi við, at Skúlin á Argjahamri verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, verður Argja skúli tøkur. Stórur partur av Kommunuskúlanum verður tí fluttur í Argja skúla, sum er í góðum standi.

Tað boðar býráðið frá nú seinnapartin.

Væntandi verða tað næmingarnir í fimta til og við áttanda flokki, ið næsta skúlaár skulu ganga í skúla á Argjum.

Innskúlingin heldur fram í smábarnaskúlanum í Kongagøtu. Í fyribilshølunum í Kongagøtu koma eftir ætlan fjórðu flokkarnir at ganga, og í fyribilshølunum við Sjónleikarhúsið verða níggjundu flokkarnir.

Kommunan og skúlaleiðslan halda, at talan er um nøktandi loysn fyri undirvísingina eftir summarfrítíðina, tá ið umvælingararbeiðið kann setast í verk uttan at órógva undirvísingina.

Um hálvan mai byrja próvtøkurnar og munandi færri næmingar verða í skúlanum. Mett verður, at saman við herdum krøvum til luftskiftið, kann skúlagongdin hesa stuttu tíðina fram til summarfrítíðina skipast á tryggan hátt.