Kommunusamanlegging og fólkaræði

Kommunusamanlegging hevur verið nógv umrøtt evni nú í nøkur ár. Stundum meir og stundum minni.

Tað, sum hevur eyðkent kjakið, er, at tað ikki einans er effektiviseringstankin einsamallur, ein eigur at fyrihalda seg til, tá ið umræður fólkarættsligar spurningar, men í størri mun tær fólkarættsligu grundreglurnar.

Úrslitið av hesum varð, at løgtingið samtykti lógina um sjálvbodna kommunusamanlegging.

Jú, tað hava eisini verið røddir frammi frá ávísum landspolitikkarum um tvang og tvingsil og hóttanir um við lóg at fremja teirra vilja.

Men tøkk fái okkara háttvirda løgting fyri, at teir kendu sína fólkaræðisligu vitjanartíð. Allar tær umleið 15 kommunusamanleggingarnar, ið eru framdar higartil, hava bygt á hesa somu fólkaræðisligu meginreglu.

Í øllum teimum kommununum við einum undantaki, har tað hevur verið upp á tal at avtaka kommununa, hevur hesin spurningur verið lagdur til fólkaatkvøðu. Fólksins vilji hevur verið fylgdur í øllum hesum førunum.

Tað sigur seg sjálvt, at fólkini í hvørjari kommunu sør vita best, hvat er best fyri tey og ikki nakar annar. Tað sjónarmiðið mugu vit øll hava virðing fyri.

Lat ongan verða í iva um rættin hjá borgarum í Føroyum at taka seg saman í ein felagsskap, ið eitur ein komuna. “Danmarks Riges Grundlov” og løgtingslóg nr. 87 frá 17. mei 2000 um kommunur (kommunustýrislógin) gevur fólki henda rættin.

Tí er einki meira rímiligt og rætt, at stingur tann spurningurin seg upp í eini kommunu um at avtaka seg sjálva, so eigur hetta at verða lagt út til borgarar í kommununi at avgera, og tann avgerðin eigur at verða tikin til eftirtektar av óansæð.

Guð náði ta yvirvøld, ið gongur lætt um fólkaræði og letur seg freista í eini strongdari støðu at skúgva borgarans vilja til síðis og loypa uppum, har garðurin er lægstur. Tað fer sum frálíður at hevna seg aftur so ella so.

Sum sagt, so hava tær kommunur, ið hava avtikið seg sjálva, lagt saman við aðrar ella hava stovnsett nýggja kommunu, havt møguleikan at havt fólkaatkvøðu um henda sera álvarsama og týdningarmikla spurning.

Tí kann tað ikki verða annað enn rímiligt og rætt enn, at allar hinar kommunurnar eisini fáa henda sama møguleika, sjálvar at avgera sína lagnu og framtíðar kommunubygnað.

Fuglafjørður, tann 07. mei 2008