Kommunurnar til Karsten

Fíggjarmálaráðharrin skal nú hava betri møguleikar fyri neyvt at fylgja við í, hvussu gongdin í leiklutinum hjá kommununum í búskapinum verður

NÝTT LANDSSTÝRI: Tað er søga, at landsstýrið tosar við tveimum tungum, tá ið tað ræður um kommunurnar. Seinastu árini hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum havt ábyrgdina av kommununum, meðan landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur havt ábyrgdina av samlaðu fíggjarligu gongdini og harvið av, hvussu kommunurnar hava lagt til rættis í rakstri og íløgum.

Nú er liðugt við hesum. Nýggju samgonguflokkarnir hava gjørt av, at kommunumál nú burturav skulu umsitast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum og harvið í fíggjarmálaráðnum.

Fyri ikki so langari tíð síðani segði Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at tað var neyðug at seta tiltøk í verk, tí kommunurnar høvdu alt ov stórt hall í uppskotunum til fíggjarætlan fyri 2008, sum tær høvdu sent til landsstýrið. Tað helt landsstýrismaðurin í innlendismálum, Heðin Zachariasen, ikki, og harvið tosaði landsstýrið við tveimum tungum, og so varð einki gjørt við tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum metti vera neyðugt at gera.

Undir samgongusamráðingunum var semja um, at tað nú er neyðugt, at landsstýrið tosar við einari tungu, og at tað skal vera røddin í fíggjarmálaráðnum, sum skal tala. Tá ið Eilif Samuelsen var landsstýrismaður í kommunumálum 1994-98, stýrdi hann rættuliga neyvt møguleikunum hjá kommununum at taka lán. Meginreglan, sum var uttan undantak, segði, at tað ikki bar til hjá einari kommunu at hava størri skuld enn eina álíkning.

Tá ið Karsten Hansen var landsstýrismaður í fíggjarmálum 1998-2004, hevði hann nógvar samráðingar við kommunurnar um íløgur og rakstur og lánsbyrðar.


Skattastigin

Í samgongusamráðingunum hevur verið viðgjørt, um broytingar skulu gerast í skattastiganum hjá kommununum. Galdandi skipan er soleiðis, at skattastigin hjá landinum er progressivur, meðan kommunuskatturin er proportionalur. Tað vil siga, at meðan hægru inntøkurnar rinda lutfalsliga meiri í landsskatti, so rinda allar inntøkur sama prosent í kommunuskatti.

Seinnu árini hevur politikkurin hjá øllum samgongum verið, at alt fleiri uppgávur skulu flytast frá landinum og til kommunurnar at umsita. Harvið verður skattagrundarlagið undir vælferðartænastunum meiri proportionalt og minni progressivt. Tað sær nýggja samgongan at vera minni samhaldsfast, enn tað hevur verið, og tí verður lagt upp til, at progressivitetur skal fáast inn í kommunuskattin.

Dømi um málsøki, sum er lagt til kommunurnar at taka sær av, er barnaansingin. Tað verður eisini tosað um eldraøkið og um fólkaskúlan.

Í valstríðnum gingu nógvir flokkar inn fyri, at kommunurnar einsamallar skulu hava ábyrgdina av fólkaskúlanum. Tað er tó ivasamt, um henda samgongan fer at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar, tí bæði Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin søgdu seg í valstríðnum vera ímóti tí ætlanini. Báðir flokkarnir søgdu seg ganga inn fyri, at fólkaskúlin verður lagdur til landið at umstita.