Kommunurnar samdar – og ósamdar

- Vit taka undir við, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar verða umsitið. Men vit eru eru ikki samd um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Føroyum.

Soleiðis dregur Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya, saman um fundin, sum var í Kommunusamskipanini, KSF, í dag.

Stýrið hevði fund í dag at umrøða ætlanina hjá landsstýrinum at leggja kommunurnar saman.

- Vit fegnast um, at álvari nú verður av ætlanini at leggja eldraøkið undir kommunurnar. Vit staðfesta eisini, at tað er sera avgerandi, at hetta verður gjørt samstundis sum at kommunurnar verða lagdar saman, so at tær hava eitt ítøkiligt endamál við samanleggingini.

Hinvegin eru kommunurnar ikki samdar um, hvussu nógvar kommunur skulu vera. Eitt nú vil Fuglafjørður vil verða verandi ein kommuna fyri seg og vágbingar vilja heldur hava Suðuroy í tvær kommunur.

- KSF heldur, at landsstýrið eigur at taka størri atlit at staðbundnu ynskjunum um, hvussu nógvar kommunur skulu verða og um talan skal vera um samanlegging yvirhøvur.

KSF heldur eisini, at tað neyðugt at rokna neyvt út, hvørjar fíggjarliga avleiðingar tað fær fyri kommunurnar at umsita eldraøkið.

Men KSF átalar harðliga, at tær fáa so stutta tíð at gera viðmerkingar mitt á hásumri.