Kommunurnar kappast um at lækka skattin

Nú hevur Klaksvíkar kommuna eisini avgjørt at lækka skattin komandi ár.

Eftir at Eiðis kommuna hevur lækkað skattaprosentið við 2 prosentstigum og Vestmanna við hálvum prosentstigi, boðar Klaksvíkar kommuna nú frá, at hon lækkar kommunuskattin við 1,25 prosentum.

 

Býráðið samtykti eisini at lækka barnaansingargjaldið og at halda fram við bussleiðini í býnum.

 

Býráðið fer eisini at nýta 9,8 milliónir til at rinda skuld aftur við.

 

40 milliónir ætlar Klaksvíkar kommuna sær at nýta til íløgur, har ímillum 2,2 milliónir til ein nýggjan mentanarpall. Sjálvandi fer skúlabyggingin á Skúlatrøð avstað við bróðurpartinum av tí, sum er sett av til íløgur, men arbeiðið við Bláa skýlinum og rennibreytini heldur fram.