Kommunurnar fáa neyvan eldraøkið á nýggjárinum

Tað fer neyvan at eydnast at leggja eldraøkið undir kommunurnar tann fyrsta januar, soleiðis, sum ætlanin hevur verið.

 

Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Hon ásannar nú, at tíðin er við at renna undan ætlanini at leggja eldraøkið undir kommunurnar á nýggjárinum.

 

Hon sigur, at tað er neyðugt at kommunurnar fáa umstøður at gera neyðuga fyrireikingararbeiðið, so at tær verða førar fyri at yvirtaka eldraøkið.

 

Eitt nú skulu tær fáa umstøður til at skipa tey samstørvini, sum skulu vera um eldraøkið, tvørtur um kommunumark

 

Kortini er framvegis ongin ivi um,  at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar í næstu framtíð.

 

- Akkurát nær tað verður, veit eg ikki. Ein møguleiki er at bíða eitt ár til 1. Januar í 2015, men ein annar møguleiki er at leggja eldraøkið undir kommunurnar 1. juli, fyri at nevna tvey dømi

 

Ein spurningurin í hesum høpi er, hvat tær teknisku skipanirnar klára og um tað ber til at umskipa tær mitt í einum ári.

 

Annika Olsen leggur tó dent á, at tað er ikki ósemja, sum hevur elvt til, at ætlanin er seinkað.

 

Ein høvuðstrupulleiki hevur verið, at kommunurnar hava ikki viljað góðtikið útrokningarnar hjá Fíggjarmálaráðnum fyri, hvussu nógvur peningur skal fylgja við úr landskassanum fyri at yvirtaka eldraøkið.

 

Men Annika Olsen sigur, at tað er ikki hetta, sum er trupulleikin.

 

- Samráðingarnar við kommunurnar ganga væl og eg eri sannførd um, at tað verður ikki trupulleikin, tí tað fara vit at finna semju um, sigur landsstýriskvinnan.

 

Hon sigur, at høvuðstrupulleikin er at skifta øll starvsfólkini í eldrarøktini frá landinum yvir til kommunurnar.

 

Hon sigur, at tað, hon sær fyri sær, er, at starvsfólkini verða ikki søgd úr starvi, men at tey fylgja beinleiðis við yvir til kommunurnar.

 

Kortini ásannar hon, at tað er ikki ósannlíkt, at kommunurnar fara at skipa økið øðrvísi enn tað er í dag.

 

- Kommunurnar hava kravt at fáa frælsið til at skipa økið øðrvísi og eg haldi ikki, at tað er eitt órímiligt krav, sigur lndsstýriskvinnan.