Kommunurnar í Eysturoy fækkast

Týskvøldið undirskrivaðu Runavíkar kommuna, Skála kommuna., Oyndarfjarðar kommuna og Elduvíkar kommuna undir sáttmála um samanlegging. Eftir undirskrivingina, var hugnaligt borðhald í Róðrarneystinum á Glyvrum

Samanlegging

Við samanleggingini í Sunda kommunu og avtøku av Skála kommunu, Oyndarfjarðar kommunu og Elduvíkar kommunu, verður samlaða talið av kommunum í Eysturoy munandi minni til komandi bygda-og býráðsval, sum verður í heyst.
Týskvøldið var stór samkoma í býráðshøllini í Saltangará, tá ið tær fýra kommunurnar, sum hava avgjørt at leggja saman í eina, undirskrivaðu endaliga sáttmálan um samanlegging.
Teir, ið undirskrivaðu, vóru vegna Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, vegna Skála kommunu, Kári Johannesen, vegna Oyndarfjarðar kommunu, Árni Joensen og vegna Elduvíkar kommunu, Andrias Hammer.
Allir kommunustýrislimirnir vóru bodnir við til undirskrivingina við maka. Landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni og Hilmar Høgenni, sum starvast á kommunalu deildini hjá landsstýrinum, vóru eisini hjástaddir við undirskrivingina.

Døgurði

Eftir at formellu tingini vórðu fingin uppá pláss í býráðshøllini í Runavík, varð borðreitt við døgurða í Róðrarneystinum á Glyvrum. Lagt varð fyri við fiskarætti sum forrætti, og síðan fingu tey, sum vóru við til hátíðarløtuna, ein leskiligan kjøtrætt.
Undir borðhaldinum, sang kvinnukórið í Glyvra kirkju, og Katrin Houland Petersen spældi á streingir.
Við borðhaldið, vórðu røður hildnar, og Rodmundur Nielsen, býráðsformaður í Runavík, sigur, at fólk vóru í góðum hýri.
- Øll vóru positiv, og stemningurin var góður.
Hátíðarløtan í Róðrarneystinum byrjaði klokkan 20 og hildið varð á til út ímóti midnátt.

11 veljast

Rodmundur Nielsen sigur, at tá ið býráðsval verður í heyst, skulu 11 limir veljast í Runavíkar býráð.
Samanleggingin kemur í gildi, 1. januar 2005, men samstarvið millum kommunurnar er langt síðan byrjað.
Nýggjasta kommunan, sum komin er við í samstarvið, er Elduvíkar kommuna.
Longu kvøldið eftir undirskrivingina vóru bý-og bygdaráðini samlaði í skúlanum í Funningsfirði til fundar. Eftir fundin, varð farið ein rundtúr í Elduvíkar kommunu.
- Vit fara at seta ferð á samstarvið beinanvegin, og ætlanin er at fáa nógv frá hondini longu fyri summarfrítíðina. Longu í kvøld fara vit at umrøða felags fíggjarætlanina fyri komandi ár, segði Rodmundur Nielsen, tá ið vit høvdu hann í telefonini í gjár.
Í løtuni búgva 3.620 fólk í Runavíkar kommunu og hinum trimum kommunum, sum leggja saman við Runavíkar kommunu, 1. januar 2005.