Kommunalar útbyggingar
?Í tvey ár hevur landsstýrið sett hámark fyri, hvussu nógv hvør einstøk kommuna kann byggja út fyri. Men hetta hámarkið,skal nú takast av.
Tað heldur Føroya Kommunufelag.
Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag, sigur, at íløguloftið, sum tað vanliga verður nevnt, er eitt haft um beinið á kommununum og tí vil felagið hava tað tikið av.
Tað var við tí fyri eyga at hava tamarhald á, hvussu nógvur peningur varð brúktur í landinum til verkløg og útbyggingar av ymsum slag, at landsstýrið fyri tveimum árum síðani gav hvørjari kommunu eina útbyggingarkvotu.
Mark varð sett fyri, hvussu stórar útbyggingar allar kommunurnar kundu byggja út fyri tilsamans. Hvør kommuna fekk so sín part eftir fólkatalinum.
Ongin heimild
Men nú Landsstýrið hevur boðað kommununum frá, at hámarkið eisini skal vera í gildi komandi ár, fer Kommunufelagið at tala at.
Jacob Vestergaard sigur, at fundur verður við Fíggjarmálastýrið ein av døgunum um at fáa hámarkið tikið av.
Hann heldur fyri tað fyrsta, at Landsstýrið als onga heimild hevur til at áseta eina útbyggingarkvotu fyri kommunurnar.
?Ein slík heimild er ikki staðfest nakrastaðni, so tvíheldur Landsstýrið um, at kvotan eisini skal verða galdandi næsta ár, er minsta kravið, at málið verður lagt á ting, so at Løgtingið kann samtykkja at geva landsstýrinum hesa heimildina.
Hann sigur, at útbyggingarkvotan er eisini í andsøgn við nýggju kommunulógina.
? Eftir henni er púra greitt, at kommunurnar hava fíggjsarligt frælsi undir ábyrgd. So leggja tær eina skilagóða fíggjarlóg, hevur Landsstýrið ongan rætt at leggja seg út í tað. Eftir kommunulógini kunnu kommunur ikki lána meiri enn eina álíkning, so tað forðar kommununum í at fara út á sjógv.
Onga ávirkan
Hann sigur, at Kommunufelagið metir heldur ikki, at hámarkið hevur havt nakra serliga ávirkan.
? Kommunalar útbyggingar viga øgiliga lítið í landsins búskapi, í hvussu so er útbyggingar í teimum smáu og miðalstóru kommununum úti um landið. Tað er eisini eyðsæð, at alsamt størri og størri partur av landsins fíggjarlóg endar í miðstaðarøkinum. Hvørja ferð lønirnar hækka og hvørja ferð, eykafíggjarlógir verða gjørdar, endar meginparturin av útreiðslunum í miðstaðarøkinum.
? Tí er meiningsleyst at lata kommunurnar úti um landið vera uppi í eini skipan við útbyggingarkvotum.
Hann sigur, as sjálvsagt skal búskapurin stýrast, men tað skal gerast við fíggjarætlanini, tí tað er hon, sum er nokk so avgerandi fyri virkseminum í miðstaðarøkinum.
Formaðurin í Kommunufelagnum vísir hinvegin á, at nógva staðni kring landið er útbyggingarkvotan ein stórur vansi hjá kommununum.
? Tað eru kommunur sum eiga pening á bók og sum hava hug at byggja út. Men tær sleppa ikki, tí tær renna seg ímóti kvotuni alla tíðina.
Hann vísir m.a. á, at Fugloyar Kommuna kann ikki byggja út fyri meiri enn 130.000 krónur um árið, longri røkkur kvotan hjá teimum ikki.
? Tað er neyvan fyri meiri enn spaðar, trillubørur og hakkarar og onnur amboð, sum skal til fyri at fara undir at byggja eitt ella annað. Tí er Fugloy, og aðrar kommunur, fullkomiliga niðurbundnar.
Fleiri hava ráð
Jacob Vestergaard sigur, at tað eru fleiri kommunur, sum hava ført ein sera varnan fíggjarpolitikk í nógv ár, og sum hava lagt pening til síðis, men sum hava ætlað sær undir ymsar útbyggingar, sum liggja á láni.
? Tað kann ikki vera rætt, at tær skulu verða forðaðar í tí av eini útbyggingarkvotu, sum landsstýrið smoyggir niðuryvir tær.
?Eitt heilt annað er tað, at eftir kommunulógini hava kommunur ikki heimild at krevja meiri inn skatti frá fólki enn tað, sum kommunan eigur.
? Tær kommunur, sum nú eiga nakrar krónir á bók hava tískil tvinnandar kostir. Antin lata tær verða við at áleggja borgarunum kommunuskatt, til tann samanspardi peningurin er uppi. Ella sleppa tær at brúka peningin til tað, hann var ætlaður til, nevniliga ymsar útbyggingar.
Jacob Vestergaard sigur, at tí er tað nógv, sum talar fyri at taka útbyggingarkvotuna av og tað fer Kommunufelagið nú at arbeiða fyri.