Kommunur í Suðuroy samstarva um sosialmál

Fýra kommunur í Suðuroy hava nú tikið seg saman um eina felags sosiala deild

Nú er greitt, at tað eydnaðist ikki at øllum sjey kommununum í Suðuroy at semjast um at skipa eina felags sosiala deild fyri alla oynna.
Ikki fyribils í hvussu so er.

Allar kommunurnar í Suðuroy hava annars avtalu um eina felags barnavernd og í kjalarvørrinum á tí var ætlanin eisini at stovna eina felags sosiala deild fyri alla oynna.

Men tað hevur gingið strilti og nakað síðani frættist, at vágbingar og porkenningar arbeiddu við eini ætlan um at gera eina sosiala deild fyri tær báðar kommunurnar.

Og skrivaðu so Hvalba, Tvøroyri, Fámjin og Sumba undir eina avtalu um at skipa eina felags sosiala deild fyri tær fýra kommunurnar.
Sostatt er greitt, at Sumbiar Kommuna, sum er syðsta kommuna í landinum, gleivar tvørturum bæði Vág, Porkeri og Hov og fer í samstarv við tær tríggjar kommunurnar í norðaru helvt um eina Sosiala deild.
Samstundis er óvist, hvar Hovs Kommuna stendur í hesum máli.
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at avtalan fevnir um nógva ymsar tænastur á sosiala økinum, eitt nú bæði barnaansing, børn við serligum tørvi, frípláss í barnagarði, ungdómshús, eldratilhald, lektiukafé og annað mangt.

Tó er Sumba ikki við í samstarvinum um eldratilhald.

Tað merkir eisini, at tær fýra kommunurnar í samstarvinum hava eisini javnbjóðis rættindi, tá ið størv skulu setast á dagstovnum og øðrum kommunalum, sosialum stovnum í samstarvsøkinum.

Tað merkir eisini, at børn úr Sumba hava rætt til at fara í barnagarð á Tvøroyri.

Kristin Michelsen heldur, at tá ið tunnilin er komin, er ongin teinur at ferðast.

Hann heldur, at hetta er eitt stórt framstig, hóast tað ikki eydnaðist at fáa alla oynna at semja um eina slíka tænastu.