Kommunur siga kortanei til forskúlar

Fleiri Kommunur gera nú púra greitt, at tær taka undir ongum umstøðum undir við ætlanini hjá Mentamálaráðnum um forskúlar kring landið. Tað eru nakrar av teimum størstu kommununum í landinum, og Sands Kommuna afturat, sum siga kortanei til forskúla eftir ætlanini, sum nú fyriliggur.

Tær eru allar limir í Kommunusamskipan Føroyar og hetta hevur Mentamálaráðið nú fingið at vita frá teimum.

- Ætlanin um forskúlar er í øllum lutum í andsøgn við meginregluna um, at tann ið valdar eisini skal gjalda, sigu Kommunusamskipan Føroya.

Tí vilja kommunurnar ikki vita av ætlanini, sum nú liggur á borðinum.

Eftir henni kunnu kommunur stovna forskúla og tær hava eisini allar útreiðslurnar av forskúlanum, bæði til bygningar, lønir og undirvísingartilfar.

- Men lærarar, pedagogar og onnur, sum starvast í forskúlanum, eru undir leiðslu skúlaleiðarans og soleiðis beinleiðis undir leiðslu Mentamálaráðsins.

- Við øðrum orðum kommunurnar skulu gjalda, men ikki valda, sigur Kommunusamskipan Føroya.

Kommunusamskipanin sigur, at er endamálið at hetta, sum nú fyrliggur um forskúla, skal eggja kommunum til at stovna forskúlar, hevur Mentamálaráðið dyggiliga misskilt støðuna.

- Sannlíkt verður hetta uppskotið ein forðing fyri, at kommunur fara at stovna forskúlar, sigur Kommunusamskipan Føroya.

- Fleiri kommunur hava ætlað at stovna forskúlar, men ógreiðar reglur hava hildið teimum aftur.

- Við hesum uppskotinum verða ætlanirnar hjá kommununum um at skipa forskúlar helst endaliga sleptar, leggur Kommunusamskipanin afturat.