Umhvørvisstovan skrivar, at kommunur og onnur kunnu nú fáa stuðul til verkætlanir innan hesi evni:
- Lokalar samvirkisverkætlanir – lívmargfeldi og náttúruloysnir, 3.000.000 krónur
- Mentanararvur og lívmargfeldi, 2.000.000 krónur
- Innræsin fremmand sløg, 2.148.850 krónur
Umsóknarfreistin fyri øll útboðini er 8. apríl 2026. Samanlagt verða 7.148.850 krónur lutaðar út til verkætlanir í 2026 og 2027.
Lokalar samvirkisverkætlanir er eitt opið umsóknarumfar, har aktørar, so sum kommunur, kunnu søkja til at fremja verkætlanir við náttúruloysnum, sum styrkja lívmargfeldi. Les meira HER
Mentanararvur og lívmargfeldi er eitt opið umsóknarumfar, ið kann søkjast av samstarvi millum partar í norðurlendskum londum fyri at menna góðar arbeiðshættir innan markamót millum mentanararv og lívmargfeldi – t.d. í sambandi við grøna skiftið. Les meira HER
Innræsin fremmand sløg er eitt alment útboð um at stovna ein norðurlendskan pall og netverk fyri vitanardeiling og tilmæli til at fyribyrgja og niðurberja innræsnar fremmandar lívverur í Norðurlondum. Les meira HER
Eitt LinkedIn-uppslag um útboðini er eisini lagt út – tað sæst HER.
Tað er harumframt møguligt at luttaka á einum kunnandi netfundi 25. februar klokkan 13.00 um útboð og stuðul hjá Náttúruprogramminum. Meiri sæst HER.











