Skála, Gøtu, Funnings og Elduvíkar kommunur hava nú sent Eyðun Elttør, landsstýrismanni í umhvørvismálum mótmælisskriv, har tær gera vart við, at teir ikki ynskja, at SEV fær loyvi til at taka Vesturdalsá. Grundgevingin er, at tær meta at málið ikki er viðgjørt á rættan hátt.
Kommunurnar vísa í mótmælisskrivinum á, at tað loyvið, sum SEV fekk í 1983, fevndi um at gera Eiði 1 á norður- vestursíðuni á Eysturoynni, og Eiði 3 á norður- eystursíðuni, framvið Funningsfirði til Barkhellu í Funningsfirði og ikki longur.
? Vesturdalsá er partur av tí sokallaða Eiði- 4, og tað hava landsmyndugleikarnir ikki givið SEV loyvi til at fara undir at gera, -enn í hvussu er, siga kommunurnar
Kommunurnar føra fram, at tað ikki er farið rætt fram fyrisitingarliga, tá ið friðingarmyndugleikar viðgera Eiði- 4 ætlanina, ella partar av henni, áðrenn landsmyndugleikarnir hava tikið principiella støðu í málinum.
Kommunurnar halda, at Landsstýrið má fyrst taka støðu til málið, og síðani kann tað verða viðgjørt av friðingarmyndugleikum o.ø.
Skerjir vinnumøguleikarnar álvarsliga
Eisini siga kommunurnar, at økið millum Fjarða er landbúnaðarøkið burturav, og við at taka vatnið úr Vesturdalsá, tekur man samstundis meginpartin av vatninum úr innara parti av Fjarðará.
? Ætlanin at halda fram við Eiði-4 minkar so munandi um vatnmongdina í Fjarðará, at hetta skjerjir vinnumøguleikarnir hjá landbúnaðinum í økinum álvarsliga, siga tær fýra kommunurnar í økinum.
? Vistfrøðiliga árinið er helst munandi størri enn menn hava gjørt sær far um. ? Tessvegna eiga vistfrøðiligar kanningar at verða gjørdar av Funningsfirði eins væl av Skálafirði, áðrenn ætlanin um vatntøku úr Vesturdalsá verður framd, halda kommunurnar
Eisini ávara tærr ímóti, at við at lata SEV fáa loyvi til at byrja at taka vatn úr Eiði- 4, læsir man seg fastan í eini útbyggingarætlan, har ikki øll eru samd um, hvat er rættast at gera.
? Samstundis verður forðað fyri eini møguligari útbygging í hæddini - sunnanfyri.
? Við at taka vatn úr Vesturdalsá, og harvið Fjarðará, og møguligari meiri útbygging av Eiði- 4, ávirkar man Skálafjørðin, uttan at nakað fyrilit er tikið fyri, hvørja ávirkan hetta fær á umhvørvið, vistfrøðina, vinnulívið o.s.fr. á Skálafjørðinum.
Komunurnar heita tessvegna á landsstýrismannin, í umhvørvismálum um at steðga SEV í hesum útbygging, til landsstýrismyndugleikarnir hava fingið fullgott høvi til at viðgera grundgevingarnar, sum eru nevndar í mótmælinum.