Kommununar skulu umsita barnavernd undir landinum!

Hetta var yvirskriftin í Dimmalætting tann 13. februar 2003 viðvíkjandi nýggja lógaruppskotinum hjá Páll á Reinatúgvu, og sjálvt um hon ljóðar sum eitt paradoks, so er hetta júst tað, ið lógin leggur upp til. Tað tykist, sum um ongin av landsstýrismonnunum hevur lisið kommunuálitið, ið teirra egna samgonga fekk gjørt. Kjarnan í tí kommunala sjálvsstýrinum er, at tann, ið skal valda skal eisini gjalda, og at uppgávur og ábyrgdin av eini uppgávu eru á sama stað. Henda meginregla er so ikki galdandi í lógaruppskotinum til barnavernd kunnu vit róliga staðfesta, eins og fíggjarligi parturin av uppskotinum er alt ein stór fløkja.
Rættartrygd hjá barninum
Verður nógv tosað um, eisini í samband við nýggju lógina. Kommunusamskipanin ynskti 7-9 økisbarnaverndir, og tí var fyrra uppskotið tikið av borðinum av undanmanninum hjá núverandi landsstýrismanni, tí nú skuldi uppskotið taka hædd fyri ynskjunum hjá kommununum. Men hvat hendir, vit fáa uppskotið aftur við 49 barnaverndum, og tað verjir ikki børnini og/ella foreldrini. Landsstýrið átti at skorið ígjøgnum her og gingið KSF á møti, um rættartrygdin hjá barninum var í fokus. Vit vita, at tað er hopleyst hjá teimum smáu bygdunum at skipa barnaverndir og at tryggja eina fullgóða málsviðgerð. Gamaní sigur uppskotið, at vit »kunnu« hava 49 barnaverndir, men eftir mínum tykki er hetta ongin broyting í mun til verandi støðu. Hvar skulu smábygdirnar finna fólk við miðallangari útbúgving at velja í barnaverndirnar. Tað eru fleiri støð í landinum, har kanska bert ein persónur er, ið uppfyllir hesa treyt. Er henda loysn nøktandi? Nei als ikki.
Nú má skil koma á ? bæði hvat skal út til kommununar og ikki minst fíggjarligi parturin!
Á 6. árið hevur samgongan tosað um at leggja økir út til kommununnar at umsita. Tað ið vit merkja, er at tá ið landið manglar pengar, so taka teir okkurt øki og leggja út til kommunnunar, sum tað nú er hent fleiri ár á rað í samband við sparingar í fíggjarlógini. Nú er nokk, vit vilja ikki finna okkum í hesum longur!! Síðsta dømið er í samband við fíggjarlógina fyri 2003, har er samtykt at kommununnar skulu gjalda forsorgarhjálp til mammur, ið eru arbeiðsleysar vegna vantandi barnaansing. Hetta er púra burturvið, forsorgarhjálp er eitt mál, ið landið umsitur og hvat so um mamman fær ansingarpláss men onki arbeiði, hvør skal tá gjalda, og hvussu skal hetta umsitast, eg spyrji bara.
Landið má í samráð við kommununnar avgera ein fíggjarligan leist fyri yvirtøku av málum og hvørji mál skulu yvirtakast. Til tað er gjørt, er ongin áhugi í at yvirtaka nakað sum helst, heldur ikki nýggju skipanina um barnavernd.