Kommunulæknamálið verður avgjørt seinnapartin

Seinnapartin fellur dómur í málinum móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur. Rættarmálið byrjaði 23. januar og seinasti rættarfundurin var fríggjadagin 10. februar.

 

Níggju dagar vóru settir av til rættarmálið. Hesar níggju dagarnar er læknin avhoyrdur, umframt onnur við kunnleika til læknayrki. Talan er millum annað um vegleiðarar hjá læknanum á Landssjúkrahúsinum, læknafakligar serfrøðingar úr Danmark og landslæknan. Tær 12 kvinnurnar eru eisini avhoyrdar og hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku høvdu ákærin og verjin sínar dómsviðgerðir.

 

Læknin er í einum føri ákærdur fyri at hava noytt seg til aðra kynsliga samveru enn samlegu við ta einu kvinnuna, meðan hann í øllum 12 førunum er ákærdur fyri blygdanarskemd. Hann er eisini ákærdur fyri at hava misnýtt sítt almenna starv.

 

Málini, sum læknin er ákærdur fyri, eru frá august 2010 til juli 2014. Ákærurnar líkjast allar, uttan tann eina. Í 11 førum siga kvinnurnar, at tær føla seg skemdar í samband við undirlívskanningar hjá læknanum. Hjá 10 teirra er talan um eina viðtalu, meðan ákæra í ellinta førinum er reist móti læknanum fyri at hava gjørt seg inn á eina kvinnu antin eina, tvær ella tríggjar ferðir í eitt tíðarskeið upp á ein mánað.

 

Lógarbrotini, sum læknin er ákærdur fyri, eru framd ymsa staðni í landinum. Nakrar teirra eru í egnu viðtalu læknans í høvuðsstaðnum, men eisini í øðrum viðtaluhølum í høvuðsstaðnum og aðrastaðni í landinum. Hann hevur eisini gjørt seg inn á kvinnur í viðtaluhølunum úti á Landssjúkrahúsinum.

 

Ákærin hevur lagt krav um fongsulsrevsing. Revsiramman fyri álvarsamastu ákærurnar er fongsulsrevsing í fýra mánaðir. Harumframt hevur ákærin biðið um, at læknin missur rættin at virka sum og kalla seg lækni. Tað er tó endaliga ríkisákærin, sum skal taka støðu til, um læknin skal missa hetta loyvi.

 

Christian F. Andreasen, sakførari hjá teimum 12 órættaðu kvinnunum sigur, at tær fara allar at reisa endurgjaldskrav móti læknanum.

 

Læknin noktar seg sekan í øllum ákærunum.

 

Endurgevingarforboð hevur verið í gildi fyri mest sum alt rættarmálið, og tí er tað ógvuliga avmarkað, hvat miðlarnir hava havt møguleikan at siga frá.