Eystara landsrættur er í hesum døgum í Føroyum, og er rætturin í dag farin í holt við tað sokallaða kommunulæknamálið, har ein kommunulækni í Føroya rætti varð dømdur fyri blygdnaðarskemd móti átta kvinnum og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við eina kvinnu.
Eystara landsrættur viðgerð málið, tí kommunulæknin kærdi dómin í Føroya rætti við kravi um frídøming ella linari revsing. Í Føroya rætti bleiv hann dømdur til 18 mánaðar fongsul, umframt at hann bleiv dømdur at rinda tilsamans 104.000 krónur í endurgjaldi til kvinnurnar, ið hann hevur gjørt seg inn á. Harumframt misti hann loyvi at virka sum lækni.
Í samband við, at málið nú verður roynt í Eystara Landsrætti, hevur kommunulæknin fingið sær ein nýggjan advokat. Talan er um danska advokatin Hanne Rahbæk.
Fimm dagar eru settir av til málið, ið byrjar í dag. Eftir ætlan fellur dómur í málinum hósdagin í næstu viku.








