Kommunufelagið keypt bygningin hjá Sundstein

Gamli bygningurin var vorðin ov lítil til virksemi hjá felagnum.

 

- Núverandi húsið var vorði ov lítið, so vit hava keypt eitt nýtt hús, ið skal hýsa meginpartin av virkseminum. Vit umhugsaðu møguleikan at byggja eitt høvuðssæti, men valdu heldur hesa loysnina.


Tað sigur Eyðun Kristiansen, stjóri í Kommunufelagnum, um avgerðin at keypa gomlu húsini hjá grannskoðaravirkinum Inpact. Grannskoðaravirkið Inpact er gamla felagið hjá Jógvan Sundstein, sum í 2012 legði saman við Nora og broytti navn til Januar.


Eftir ætlan, so skal nýggja húsið, ið einans liggur einar fimti metrar frá gamla húsinum, brúkast til skrivstovuvirksemi hjá felagnum.


- Skrivstovan verður flutt í nýggja húsið, og so verður núverandi bygningurin dagførdur. Ætlanin er at gamla bygningurin við tíðini skal vera ein tænastudepil hjá kommununum, har tær kunnu lána skrivstovur og fundarhøli. Nógv av fundarvirkseminum hjá kommununum er í Havnini, har fundast verður við landsmyndugleikunum.


Í Kommunuhúsinum starvast ellivu fólk, og umframt Kommunufelagið, so halda eisini Barnaverndastova Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið til í húsinum.