Kommunistiskir vegleiðarar ? boðar ikki frá góðum

Alt týðiligari verður tað fyri hvønn dag sum gongur, at fólkini aftan fyri herferðina fram ímóti loysingini eru fyri stórsta partin fyrrverandi kommunistar.

 

Johan Samuelsen



Alt týðiligari verður tað fyri hvønn dag sum gongur, at fólkini aftan fyri herferðina fram ímóti loysingini eru fyri stórsta partin fyrrverandi kommunistar.

Fyri stuttum var sending í SvF, sum nevndist: Danmark undir kalda krígnum. Ónøgdin við hesa sending niðri hevur verið sera stór, tí mangan kendist tað sum fólkini, sum skuldu lýsa viðurskiftini undir kalda krígnum, heldur nýttu høvi í sjónvarpinum at verja fortíðarinnar syndir, heldur enn at greiða fólki frá, hví tey m. a. framdu landasvik fyri kommunistisku londini fyri eystan. Men grundin var so sólaklár! Stjórin í DR 2, sum gjørt hevur sendingina, hevur sjálvur, sum fyrrverandi kommunistiskur agentur, roynt at skava út yvir, hóast hann og mong við honum eru vorðin avdúkaði síðani Múrurin fall!

Í Føroyum hava vit kannað hvønn leiklut Nato, t. v.s. í okkara føri danir og amerikumenn, høvdu undir kalda krígnum, og út er komin Svarta bók, men enn er onki vorðið kannað av tí, sum nú hevur ligið tókt fyri almenninginum, í Moskva og í Eysturberlin í meiri enn 10 ár ? hví verður drálað við hesi kanning, harra løgmaður? Pengar tørva, verður sagt, men er tað nú allur veruleikin? Er tað ikki heldur tí, at hin stóri samgonguflokkurin í Tinganesi eitur Tjóðveldisflokkurin, og slík kanning kann skaða umdømi hansara upp undir fólkaatkvøðuna við óteljandi kommunistisku líkunum í lastini? Tí her í Suðurstreymi var ørgrynni av kommunistiska slagnum í tí flokkinum, har eyguni fóru at glógva, bara tú nevndi Lenin ella Stalin, og tey høvdu enntá Føroyskt - Sovjetiskt vinafelag at stytta sær stundir saman í og lovprísa ?paradísinum? fyri eystan, umframt mótmælisgongurnar í Mjørkadali á hvítusunnu! Men tey hvurvu frá einum degi til annan, tá Sovjetsamveldið datt sundur.

Nú hevur verið friður í almenna samfelagstjakinum av hesum hetjudyrkarum Sovjetsamveldsins síðani Múrurin fall í 1989 ? men nú er vent í holuni. Nú eru tey komin undan kavi aftur við veldi. Hava kastað kommunistiska hamin av sær og smoygt seg í tann nationalistiska (enntá, í ymsum alment fíggjaðum stuðulsfelagsskapum!), og eru farin í stórum tali upp í ?frælsiskórið? hjá Høgna Hoydal. Í hvussu so fittur hann enn kann vera á skíggjanum at síggja til, so eru hann og samgongan við at føra okkum út av eggini! Við ógvusligum yvirtøkum fyri 100 tals milliónir, við øktum skatti sjálvandi eisini í 100 millióna klassanum fyri at halda tørn á fíggjarlógini, og so einum blokki, uppá 1000 milliónir, sum hvørvur eftir 4 árum ? hetta er ?galimatias?, sum Havnamaður tók til um dagarnar. Men at verja henda galskapin hóvar júst gomlu kommunistunum væl ? teir eru beinleiðis á heimavølli at gera svart til hvítt, uttan samvitskubit, teimum so líkt! . Hóast vit øll onnur væl vistu hvørjir ræðuleikar valdaðu í kommunistisku londunum fyri eystan, so gingu okkara kommunistar og lovprísaðu hesum somu londum, og tí eirindaleysu einaræðisskipan, sum har valdaði, og søgdu okkum øðrum, at trupuleikin, hví vit vanligu einki skiltu, var hann, at har valdaði ?vísindaliga? kommunisman, og tað mátti man í minsta lagi vera akademikari fyri at skilja! Sjálvt forfylgingin av teimum kristnu varð láturliggjørd av okkara kommunistum ? hvør minnist ikki Wurmbrand-stríðið t.d.?

Somu ?kynisku? sjónarmið eru at finna aftur í nationalistisku herferðini upp undir fólkaatkvøðuna ? fyrrverandi kommunistiska ?klikan?, núverandi nationalistaklikan, sum altíð megnar at vera omaná, líkamikið hvør samfelagsskipanin er, heldur seg altíð vita best, og er sum skapt til at leiða fjøldina, sum ikki dugir at hugsa sjálv! Hesi sjónarmið eru vandamikil. Og eftir bestu sannføring míni, eru viðvirkandi til, at taka allar skorðar undan okkara vælferð í heilaga navni nationalistanna, fáa teir makt, sum teir hava akt ? tað verður ?gamblað? við vælferðini hjá 46.000 føroyingum ? tá alt tjóðskaparstakkalastásið er pilkað uttanav, so er hetta onki annað enn karrá nationalisma, sum ongantíð hevur tænt vanliga fólkinum í nøkrum landi, mær vitandi? Men hava altíð verið, væl at merkja í ymiskum hamum, skutilsveinar hjá øðrum óhugnaligum kreftum bæði á uttasta høgra- og vinstraveingi, har hesir bólkar aloftast hálsfevnast í onkrari ismu, tað veri seg fasismu ella kommunismu ? og hjá okkum bleiv tað so í nationalismuni! Og her er tað prógvað í ólukkumát, at politisku metingarevnini hjá hesum fólkum, sum hava fjeppast uppi í ismunum, eru út av lagi vánalig, samanber pástandirnar hjá ismufólkunum um ?paradísini? fyri eystan og so syndarliga veruleikan!

Nú hesi fólkini aftur eru farin upp at blása og fortelja okkum øðrum ?deyðiligu?, hvussu óført alt fer at vera, bara um vit atkvøða ja tann 26. mei, tá er beinleiðis vandi á ferð ? politisku metingarevnini og politisku lygnirnar eru tey somu sum áður ? tí atkvøða vit Nei í Mei.