Nýggja kommunuálitið varð lagt fram fríggjadagin 9. oktober. Og mánadagin 12. oktober hevði aðalstjórn Tjóðveldisins fund við kommunalpolitikarar floksins úr øllum landinum um álitið og víðari gongdina. Nógv sjónarmið vórðu førd fram, og flokkurin fer at hava fleiri fundir saman við kommunalpolitikarum, serfrøðingum og flokslimum um málið.
Ongar endaligar niðurstøður vórðu gjørdar um smálutirnar í álitinum. Men uppskotið til kommunala umskipan varð viðgjørt í mun til hugsjón, stevnu og stevnumið Tjóðveldis.
Út frá hesum, eru fyribils niðurstøðurnar, sjónarmiðini og ýtini hjá Tjóðveldi hesi:
Kommunalu eindirnar og frælsi:
Málið er, at landið sjálvsagt skal hava ein sterkan høvuðsstað, men at hini økini í landinum skulu kunna mennast við rímiliga javnbjóðis møguleikum og styrki. Til tess at røkka hesum máli tykist skilabetri at miða eftir 5-7 kommunum heldur enn 7-9 (og harvið minka um vandan fyri gjógv ímillum A og B kommunur). Kommunurnar skulu hava styrki til veruliga at bjóða fjølbroytt mentanar- og trivnaðartilboð, at draga lært fólk, vinnu og íløgur til sín, og at seta sær høg umhvørvis- og orkumál. Rætt er at áseta kommunueindirnar við lóg, men kommunurnar eiga at verða hoyrdar og fáa høvi at velja og finna saman innan ávísa freist.
Uppgávubýti og at leggja út málsøkir:
Tjóðveldi er samt við nevndini um, at fólkaskúlin og eldraøkið eru tey stóru málsøki, ið kunnu umsitast í nýggju kommunalu eindunum. Men eldraøkið eigur at verða fyrsta økið, ið verður lagt út. Har hava kommunurnar longu ávísar innihaldsligar og fyrisitingarligar royndir við eldrasambýlum og dagsstovnum – og har er uppskot um rammulóg gjørt fyri árum síðani. Eisini er økisskipað infrakervi og økisleiðsla í heimarøktini. Fólkaskúlaøkið krevur hinvegin stórar prinsippiellar avgerðir um minstukrøv og pedagogiskt frælsi hjá kommununum og skúlunum. At rættindini, tænastan og tilboðini til borgararnar bøtast og verða kjølfest hjá kommunum við eldraøkinum fyrst, kann bert gagna loysn á ivaspurningum í sambandi við fólkaskúlan.
Skattabýti, blokkur, samhaldsfesti og ábyrgd:
Veikasti parturin í nýggja kommunala álitinum, er tann fíggjarligi parturin. Tað er harmiligt, tí á hesum hvílir alt hitt – bæði veruligi møguleikin at fremja umskipan og broytingar, men eisini møguleikin fyri einum alneyðugum greiðum ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Nevndin hevur verið skerd í arbeiðssetninginum frá landsstýrinum, tí har er hon bundin til ikki at viðgera eina nýggja skattaskipan fyri kommunurnar. Kommunuskatturin er jú í dag ”flatur” - t.e. at øll gjalda sama lutfall av inntøku – meðan landsskatturin er stigvaksandi (progressivur), har breiðastu herðarnar gjalda lutfalsliga meira, tess meira vit tjena. Fólkaflokkurin hevur so kravt, at ongin broyting skal verða. Hvussu javnaðarflokkurin hevur góðtikið tað, er ófatiligt. Ístaðin hevur javnaðarflokkurin nevnt ”blokkstuðul” frá landi til kommunur.
Trupulleikin er:
At verður skattaskipanin ikki broytt, so kommunuskatturin eisini kann krevjast inn stigvaksandi, og vit kortini leggja stór samfelagsøki út til kommunurnar, so verður samhaldsfasta fíggingin av vælferðarsamfelagnum undirgrivin og tey, ið hava minst koma at gjalda uppaftur meira.
At verður ”blokkstuðul” latin frá landi til kommunur, so er øll greið ábyrgd farin beinanvegin og eisini frælsið hjá kommununum. Tá skal samráðast um blokkupphædd við jøvnum millumbili. Sum royndirnar úr øðrum londum prógva (og viðurskiftini hjá einum ávísum oyggjalandi) – so vilja kommunurnar geva vantandi blokkstuðli skyldina, um tær ikki megna at røkja sínar uppgávur. Meðan landið vil geva kommunum skyldina fyri ikki at duga at húsast nóg væl við pengunum. Ein ævig ábyrgdarblaking.
Tjóðveldi mælir til at kommunuskattaskipanin verður samhaldsføst
Kommunala umskipanarnevndin er eisini greið um vansarnar í arbeiðssetninginum og mælir frá ”blokkstuðli”. Ístaðin ger hon eina neyðsemju, um bara at flyta niðasta landsskattastigan yvir til kommunurnar, og roknar út nakrar ”afturberingar” frá landi til kommunur fyri ymsar frádráttir í landsskattinum.
Men hetta bøtir ikki nakran sosialan ójavna. Og hóast ein upphædd í fyrsta umfari kann útvegast til eldraøkið og fólkaskúla við bert at flyta niðasta stig í landsskattinum til kommunur, so fer fíggingin til hesi øki skjótt at raka sítt loft, um økini skulu mennast og útbyggjast. Og tá er bert flatur skattur í kommunum til at fíggja menningina. Hetta kann gerast ein tann størsta sosiala skeiklingin í nýggjari tíð.
Tí mælir Tjóðveldi staðiliga til, at skattaskipanin verður broytt, soleiðis, at kommunuskattur eisini verður ásettur stigvaksandi (progressivt). Og at hetta verður fíggingargrundarlagið til nýggju økini hjá kommununum.
Tjóðveldi mælir staðiliga frá blokkstuðli til kommunurnar.
Og Tjóðveldi mælir somuleiðis frá eini stórari ”afturbering” til kommunurnar fyri frádráttir í landsskattinum. Tað fer at læsa frádráttir fastar og elva til eina sera stirvna skipan. Tí um landið ynskir at broyta eina frádráttarskipan í landsskattinum, skulu kommunurnar so missa pening at fíggja grundleggjandi vælferðartænastur og fólkaskúla?
Greitt skattabýti í eini stigvaksandi skipan er besta og greiðasta loysnin.
Saklig útjavningarskipan
Nevndin tekur ikki beinleiðis støðu til eina útjavningarskipan millum kommunurnar, men vísir á ymsar útjavningarlyklar – bygdir á inntøkugrundarlag og útreiðslutørv til ávísu økini.
Tjóðveldi vil eina útjavningarskipan, ið ikki er bygd á at løna ábyrgdarloysi ella at revsa virkishug. Men sum byggir á tey sakligu atlitini, sum nevnd eru í kommunuálitinum og frágreiðing frá Búskaparráðnum. Nevniliga, at kommunurnar hava ymsa fólkasamanseting og hava tildømis eitt ávíst tal av børnum, ið skulu hava dagsstovna- og skúlatilboð. Aðrar hava eitt nú stórt tal av eldri við rætti til ávís tilboð. Hetta er á útreiðslusíðuni.
Á inntøkusíðuni verður hugt at, hvussu inntøkumeðalið er í kommununi. Og millum hesi sakligu atlitini verður settur ein javningarlykil.
Sambært teimum dømum, ið verða nevnd í álitinum, er ikki eyðugt at tosa um nakra ”revsing” av høvuðsstaðnum ella nakra gávu til kommunur, ið hava verið ábyrgdarleysar.
Í mun til støðuna í dag, har eldraøkið og fólkaskúli eru landsfíggjað – samhaldsfast – má sjálvandi eisini haldast fast um eitt ávíst samhaldsfesti í fíggingini, tá hesi mál verða løgd til kommunurnar.
Skýmaskot og tíðarfreistir fyrst og fremst hjá landsmyndugleikum
Í sambandi við uppskotnu tíðarfreistirnar um at leggja kommunur saman við lóg og at hava nýtt kommunuval, tykist kikarin venda rættiliga øvut.
Tjóðveldi tekur undir við hvøssum tíðarfreistum, men tær mugu fyrst og fremst verða settar landsstýri og løgtingi, sum skulu fyrireika bæði rammulógir, skattaskipanarbroytingar og geva bæði kommunum og vanliga borgaranum høvi at taka støður og verða hoyrd.
Tjóðveldi fer staðiliga at heita á landsstýrissamgonguna um ikki aftur at viðgera slíkt stórmál sum ”samgongumál” í skýmaskotum. Hetta er sjálvsagt mál fyri allar flokkar og allar føroyingar.
Vil hervið heita á landsstýrið um beinanvegin at leggja nýggja álitið til aðalorðaskiftis í tinginum saman við einum uppskoti til samtyktar um tíðarætlan. Annars at lata flokkar viðgera málið frítt og uttanfyri allar samgongublokkeringar – og at skipa almennar hoyringar um málið kring landið.