Óavsøkukonsertin 2010 skal fyriskipast sum partur av øllum hinum tiltøkunum, sum eru á ólavsøku.
Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í morgun.
- Seinastu tvey árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt miðvíst við at broyta sjálvt heildarkonseptið viðvíkjandi ólavsøkuni. Í ár verður ólavsøkukonsertin partur av hesum konsepti og ikki fyriskipað av øðrum, sigur Tórshavnar kommuna.
Sagt verður, at orsøkin er í høvuðsheitinum, at kommunan gjøgnum fleiri ár hevur roynt at broyta ólavsøkuna, at samskipa hana betri, at nútímansgera og gera samlaða tiltakið meira fólksligt.
Sjálvt konseptið verður víðkað. Høvuðskonsertin verður hildin niðri í Tórsgøtu tann 27. juli, men bólkarnir koma eisini at spæla á Tórspalli og á pallinum á Skálatrøð. Tónleikatiltak verður eisini í Perluni. Atgongumerki verða bara seld til tiltakið í Tórsgøtu, hini tiltøkini eru ókeypis.
Dúné spæla
ockbólkurin, sum varð valdur at spæla til X-Factorfinaluna í Parkini leygarkvøldið, Dúné, verður útlendska høvuðsnavnið á ólavsøkukonsertini. Fyrraárið vann bólkurin allar størstu tónleikaheiðurslønirnar í Danmark, P3 gull og ársins navn, ársins bólkur og ársins album á Danish Music Awards.
Higartil kunngjørdu føroysku høvuðsnøvnini verða Páll Finnur Páll, Jens Marni Hansen, Crawling Blue og Bet You Are William. Underbeat verður hesaferð í Perluni.