Kommunan yvirtekur Lágargarð

Yvirtøka av sjálvsognarstovninum Lágargarði er partur av arbeiðnum at skipa eldraøkið

Yvirtøka av sjálvsognarstovninum Lágargarði er partur av arbeiðnum at skipa eldraøkið. Lágargarður verður nú kommunalur stovnur á sama hátt, sum hini røktarheimini og sambýlini í kommununi eru.

 

Mett verður, at hetta er avgerandi fortreyt fyri, at kommunan kann skipa tann integreraða bygnaðin fyri samlaða uppgávuøkið, ið kommunan metir er tann besta skipanin bæði í mun til tænasturnar og starvsfólka- og fíggjartilfeingið.

 

Fíggjarnevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt yvirskipaða bygnaðin, herundir at broyta støðuna hjá Lágargarði til at vera kommunalan stovn. Stýrið fyri sjálvsognarstovnin hevur samtykt at Lágargarður verður niðurlagdur sum sjálvstøðugur stovnur pr. 1. januar 2015, og verður yvirtikin av kommununi sum kommunalur stovnur.

 

Yvirtøkan varð endaliga samtykt í býráðnum hóskvøldið.