Kommunan vil ikki keypa kafeina

Fíggjarnevndin í Sunda Kommunu mælir býráðnum frá at keypa bygningin hjá Sand Cafe í Tjørnuvík

Seinnu árini hevur ein bygningur staðið beint við sandin í Tjørnuvík, har ein cafe nevnd Sand Cafe hevur hildið til.

Eigarin av bygninginum hevur sent Sunda Kommunu umsókn um, at kommunan skal yvirtaka bygningin, og hetta skal býráðið í Sunda Kommunu taka støðu til á býráðsfundi í annaðkvøld. 

Málið hevur verið fyri í fíggjarnevndini, og nevndin hevur á fundi seinasta mánadag samtykt at mæla býráðnum frá at yvirtaka bygningin, og ístaðin heita á eigaran um at fáa bygningin tiknan niður.