Kommunan uttan fyri fyrireikingina

Sørvingar fyrireika seg til Vestanstevnu, eins og vanligt er, hvørja ferð, stevnan er í bygdini.

Fólk hampa og rudda. Mála og gera við. Og kommunan hevur eisini ymisk arbeiði í gongd.
Men Sørvágs Kommuna hevur einki við sjálva Vestanstevnuna at gera sum so, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági. Tað er ein serlig vestanstevnunevnd, sum tekur sær av tí praktiska í sambandi við stevnuna.
Hóast ein serlig stevnunevnd er, sum stendur fyri tí ymiska, sum hendir á Vestanstevnu, liggur Sørvágs Kommuna ikki á latu síðuni kortini, sigur borgarstjórin. Her verður ymiskt gjørt, sum kanska kortini hevði verið gjørt, men sum nú verður skundað eitt sindur undir, júst tí, at nógv fólk er væntandi til Sørvágs á Vestanstevnu.
?Ikki tí, sigur Eivin Jacobsen. Tey arbeiði, kommunan hevur at gera, mugu taka ta tíð, tey hava fyri neyðini, og so má Vestanstevnan heldur fara framvið, um tað gerst neyðugt. Tí arbeiðið skal gerast ordiliga og ikki skundast igjøgnum kortini.
Sjálvandi verður altíð gjørt meira burtur úr enn vanligt, tá stevna er. Bæði kommunalt og privat. Fólk vilja fegin hava alt at síggja hampiligt og nossligt út hjá sær sjálvum eins og á almennum støðum og tað er eisini, sum tað eigur, sigur borgarstjórin í Sørvági.
Sørvágs Kommuna hevur ymsar verkætlanir, bæði á pappírinum og eisini í gongd, sigur borgarstjórin.
Arbeitt hevur verið seinnu tíðina við vegagerð, serliga umvælingum, í bygdini, sigur hann. Eisini onkur nýgerð av kommunalum vegi er í gongd í løtuni. Og tað er ikki smáting sum skal til, tá tosað verður um eitt nú asfaltering av kommunalum vegi í Sørvági. Góðar 10 kilometrar ella so hevur kommunana av kommunalum vegi at halda.
Eitt annað stórmál, sum Sørvágs Kommuna er í ferð við, er gerð av nýggjum dagstovni, greiðir borgarstjróin frá. Útbjóðingartilfarið er klárt, og borgarstjórin vónar, at tað kann latast út í august-september.
Talan er um eina íløgu upp á einar 10-12 milliónir fyri ein dagstovn, sum fer at hýsa umleið 100 børnum.
Borgarstjórin vónar, at tíðin kanska fer at hjálpa teimum eitt sindur, nú tað sær út til, at arbeiðið annars fer at minka hjá handverkarum.
Úti á havnarlagnum hevur Sørvágs Kommuna ætlanir um at gera nýggjar egningarskúrar. Eina egningarlon, sum borgarstjórin nevnir tað.
Talan er um at taka verandi skúrar, sum standa uttan fyri Statoil avgreiðluna, niður, eins og gamla pakkhúsið heiman fyri pakkhúsið hjá Hugo Fjørðoy eisini má víkja. Síðan verður bygt samanhangandi har ímillum, sigur Eivin Jasobsen.
?Hugsað verður sjálvandi í fyrsta umfari um sørvágsbátarnar, sigur hann. Men sjálvandi er ikki ómøguligt hjá øðrum at sleppa inn, um umstøðurnar annars loyva tí. Tað koma nógvir bátar á Sørvág at leggja upp, nú so høgligt er at koyra. Og verða egningarumstøðurnar góðar, kundi tað hent, at onkur kanska fekk sær fasta støð her, heldur hann.
Eisini er upp á tal at gera eitt nú alment wc og slíkt, sum tørvur er á á einum slíkum staði, sigur borgartjórin. Eitt nú siglir Súlan hiðani til Mykinesar um summarið, so her gongur nógv fólk ta tíðina.