Tórshavnar kommuna er sinnað at keypa privata vegin Breiðablik Fyri nøkrum mánaðum síðan var ein vegastubbi við navninum Breiðablik til sølu, tí by.ggifelagið, sum bygdi býlingin var farið av knóranum
Líkt er til, at eingin áhugaður keypari gjørdi vart við seg, tí í februar vendi bústjórin sær til Tórshavnar kommunu og bað hana keypa vegin.
Málið kemur fyri á býráðsfundinum í annaðkvøld. Tekniska nevnd ot fíggjarnevndin mæla til at keypa vegin.










