Kommunan keypir Bátasavnið

Eysturkommuna gav fyrr í ár borgarstjóranum heimild til at fara undir samráðingar við Osmund Justinussen um húsið hjá Sjóborg í Leirvík. Býráðið læt standa opið, um húsið skuldi leigast ella keypast.

Jóhann Christiansen, borgarstjóir sigur, at húsið verður keypt. Kommunan fekk bjóðað at keypa húsið fyri hálva aðru millión krónur, og eitt so gott tilboð kundi kommuan ikki siga nei takk til.

Keypssáttmálin er tó ikki undirskrivaður enn.

Jóhan Christiansen sigur, at býráðið ikki hevur nakra fasta ætlan um virksemi í húsinum. Tað hevur ljóðað, at býráðið fer at flyta kommunuskrivstovuni frá Gøtugjógv til Leirvíkar, men sambært borgarstjóranum er einki í teimum gitingunum.

Supply Service flytur úr húsinum í nýggj hús í Havn. Annars er bátasavn og málningasavn í húsinum.