Kommunan hjálpir fegin Marknagili

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havnar kommunu, hevur í vikuni róð upp undir, at kommunan ikki vísir aftur at hjálpa landinum, og harvið miðnámsskúlunum í Havnini, við verkætlanini um skúladepil í Marknagili

Heðin Mortensen hevði mikudagin fund við stýrið í Tekniska Skúla í Tórshavn.
- Fundurin snúði seg fyrst og fremst um tey úttalilsi, sum eg havi havt um Marknagil. Røddir hava jú verið frammi um at steðga ætlanunum við skúladeplinum, og har havi eg víst á, at tað ber als ikki til, og í tí sambandi havi eg víst á alternativar loysnir, sigur Heðin Mortensen.
Fundurin mikudagin kom í lag eftir eitt bræv frá stýrinum í Tekniska Skúla í Tórshavn kom borgarstjóranum í hendi.
- Teir vildu fegnir hava ein fund við Tórshavnar býráð um samstarv. Vit hava samstarvað á nógvum økjum fyrr, og tað gera vit eisini í dag í gerandisdegnum. Á fundinum vístu teir á teir møguleikar, ið eru hjá okkum at vera við í deplinum, so at hann ikki dettur niðurfyri, sigur Heðin Mortensen.
Tað finnast fleiri møguleikar hjá kommununi at verða við í skúladeplinum í Marknagili.
- Ein møguleiki er, at kommunan kann leiga seg inn í skúlan, ein annar er, at vit verða við í verkætlanini við ávísari peningaupphædd. Tryggleikin skuldi so liggja í hølunum, ella í einum leigusáttmála, og tað var í stórum tað, sum stýrið fyri Tekniska Skúla í Tórshavn kom við, sigur Heðin Mortensen.

Ongar upphæddir nevndar
Uppgávan hjá Tórshavnar býráð var í fyrstu syftu at lurta eftir, hvat stýrið fyri Tekniska Skúla í Tórshavn hevði at bera fram.
- Talan var um ein góðan og konstruktivan fund mikudagin, sum vit nú kunnu arbeiða víðari við, og uppleggið frá Tekniska Skúla verður so lagt fyri nýggja býráðið. Vit kunnu jú ikki gera nakað fyrr enn í januar mánað, tá nýggja býráðið kemur saman, og har fáa býráðslimirnir so kunning um fundin, sigur Heðin Mortensen.
Spurningurin um peningaupphæddir var tó ikki umrøddur á fundinum.
- Nei, ikki ítøkiliga, men fleiri í stýrinum sita eisini í bygginevndini fyri Marknagil, og víst varð eitt nú á, at ítróttahøllin er ein stórur partur av hølisspurninginum, og peningaliga liggur høllin um 30-40 milliónir kónur, sigur Heðin Mortensen.
Aðrir fasilitetir, sum skúlin fer at hava, vóru eisini uppi og vendu.
- Tað kunnu vera ymisk høli til alment brúk, sum til dømis at kvøldskúlin kundi komið inn har, í auluni kundu størri ráðstevnur verði hildnar. Talan kundi verið um eitt langtíðar leigumál, men Tekniski Skúli í Tórshavn eigur jú eisini nakrar ognir, eitt nú niðri í Smiðjugerði, og sjálvandi skúlaheimið, so tað snýr seg eisini um, at kommunan kann vera trygg við tær íløgur, sum møguliga verða gjørdar, sigur Heðin Mortensen.

Trygd fyri íløgunum
Borgarstjórin heldur, at fundurin vísti ein vilja frá Tekniska Skúla í Tórshavn at fáa verkætlanina um skúladepilin í Marknagili framda.
- Tað sær í hvussu er út til, at tað mangla nakrar milliónir í, og tað er har, at stýrið fyri Tekniska Skúla í Tórshavn er komið á vøllin at hjálpa til. Og tað er positivt, sigur Heðin Mortensen.
Enn hevur borgarstjórin ikki hoyrt frá øðrum pørtum í málinum, men hann hevur sjálvur róð upp undir nakað líknandi í skrivi til fjølmiðlarnar.
- Tað er rætt, og eg havi spurt heilt ítøkiliga, hvat skal til fyri at fremja verkætlanina, og hvussu kommunan kann hjálpa til, tí eg ivist onga løtu í, at kommunalpolitikararnir vilja tað, sigur Heðin Mortensen.
Men tað verður kortini ikki gjørt fyri einhvønn prís.
- Fyrst og fremst skulu vit hava eina býráðssamtykt hesum vikðvíkjandi, og í øðrum lagi vilja vit hava, at tann íløgan, sum vit gera, eg trygg, og at vit fáa nakað fyri teir pengarnar, sum vit leggja til verkætlanina, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísir ikki aftur, at kommunan kann rætta skúladeplinum í Marknagili eina fíggjarliga hjálpandi hond