Tað sæst av øllum brøgdum, at nógv brek eru at rætta her í kommununi. Øll vit uppstillaðu til býráðsvalið eru við at detta um beinini á hvørjum øðrum at vísa á alt, sum eigur at gerast, og sum skal gerast nógv betri og annarleiðis. Alt gott um tað. Soleiðis eigur tað eisini at vera.
Kommunan er borgarnir í henni, og í øllum hesum nýggju lyftum gloyma vit ofta, at tað eru allir borgarir, sum gera kommununa. Hon er sum eitt deiggj, sum skal eltast. Alt skal røkjast, einki skal misrøkjast.
Eg búgvi á Berjabrekku, og eri forkvinna í Eigarafelagnum Berjabrekka II. Her er eisini eigarafelag fyri Berjabrekku I. Og nú verður farið undir at byggja Berjabrekku III. Í løtuni eru umleið 100 húskir tilsamans heruppi.
Vit hava ávísar trupulleikar við kommunini her uppi hjá okkum, og eg havi skilt av øðrum eigarafelagum, at tey hava eisini líknandi trupulleikar. Sumt gongur hampuliga væl, annað gongur slettis ikki. Vit koma nakað áleiðis, og so stendur fast. T.d. hava vit í okkara eigarafelag ferð eftir ferð biðið býráðið um fund viðvíkjandi 3. byggistig, sum jú kemur at hoyra til sama umhvørvi sum vit, men tað gongur striltið. Tað eru hóast alt nógv, sum vit koma at hava til felags, men vit fáa bert at vita, at tá alt er komið meira áleiðis, skulu vit frætta. Men hví skulu vit ikki vera við í planleggingini? Tað eru vit, sum sita eftir við øllum skurðslunum eftir kreppuna og mistøkunum, sum gjørd vóru. Vit vildi so fegin, at Berjabrekkunar I og II tikin við uppá ráð og fingið fylgt við, so vit høvdu kunnað átala, tá vit sóu, at okkurt gekk av skriðini? Og komið við góðum ráðum!
Samskiftið millum borgara og kommunu er ikki nóg gott!
Her halda vit, at Berjabrekka ongan góðan eigur í býráðnum. Tann trupulleikan vil eg gjarna rætta. Tí stilli eg upp til býráðsval.
Hanna Joensen
Valevni
Tjóðveldislistin