Kommunan breytt ikki lógina mótvegis semjusøkjandi Futt

Sosialurin hevur fingið innlit í málið, har Futt kærdi avgerðina hjá Torshavnar Kommunu um at yvirtaka Ólavsøkukonsertina, og sjálv skipa fyri konsertini uttan um Futt, ið hevur havt konsertina síðani byrjan í 1986


Í blaðnum mikudagin hevði Sosialurin pát við Jóhannus á Rógvu Joensen frá Futt, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, har teir lýstu málið úr sínum sjónarhornum.

Ein skjót niðurstøða úr hesum kann vera, at í Futt standa tey spurin og skuffaði, nú Futt hevur mist konsertina av hondum, meðan borgarstjórin sigur, at konsertin skal dagførast og gerast partur av heildarætlanini viðvíkjandi ólavsøkuni.


Futt kærdi avgerðina fyri Innlendismálaráðnum og Sosialurin hevur fingið innlit í skjølini.

Sum so er ikki so nógv at leggja afturat í málinum. Futt metti seg í greinini mikudagin at hava fingið moralskt viðhald, men ikki juridiskt.

Innlendismálaráðið sigur í varligari orðing m.a., at av tí at Futt hevur skipað fyri konsertini á næsta hvørjum ári síðani 1986, metir Innlendismálaráðið, at felagið kann sigast at hava eina grundaða væntan um at eisini skula skipa fyri konsertini í 2010. Víðari sigur Innlendismálaráðið, at tað er óheppið, at felagið ikki fekk fráboðan í góðari tíð. Men ráðið staðfestir eisini, at ráðið bert ger intriv, um talan er um kommunalar avgerðir, sum eru greitt brot á galdandi lóggávu og Innlendismálaráðið metir ikki, at avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu um sjálv at skipa fyri ólavsøkukonsert við nýggjum konsepti, kann sigast at vera brot á galdandi lóggávu.

Í skjølunum sæst, at Futt áður hevur fingið loyvir ella boð á heysti, meðan boðini um at Kommunan nú tekur yvir komu til felagið á fundi í mars 2010.

Futt undrast í viðmerkingum á, at talan er um ónøgd vð innihald ella málbólki hjá ólavsøkukonsertini, og at nú skal vera talan um eina broyting ella dagføring, tí fleiri av nøvnunum ganga aftur, og hava verið á palli á ólavsøkuonsertini áður. Einastu broyting metir felagið vera, at kommunan nú hevur ein danskan bólk við á konsertini á tjóðarhátíðini. Felagið sigur seg annars vilja samstarv og at vónin er, at støðan verður umugsað, og at Futt sleppur at vera við í menningin av nýggju ólavsøkukonsertini.

Tórshavnar Kommuna sigur í sínum viðmerkingum m.a., at kommunan seinastu árini hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði við at endurnýggja ólavsøkutiltøkuni. Tilgongdin hevur eisini fevnt um livandi tónleikin. Kommunan viðgjørdi loyvi til ólavsøkukonsertina á innanhýsis fundi 4. mars. Mett varð, at festivalar kring landið og live-tónleikaframfrslur á Tórspalli hava ávirkað konseptið hjá Futt bæði í mun til málbólk og inihald, og at Futt ikki hevur megnað at tillaga seg til hesar broytingar.

Víðari verður m.a. sagt í viðmerkingunum, at avgerð varð tikin um, at kommunan sum eina roynd sjálv skuldi standa fyri ólavsøkukonsertini í ár sum part av eini heildartilgongd fyri ólavsøkuhaldið hjá kommununi. Leggjast skal eisii dentur á at hava ungdómin sum málbólk.

Lesast kann eisini í skjølunum, at Futt hevur sett fram fyrisprning um samstarv. Tann 25. mars svarar kommunan, at hon sjálv fyriskipar konsertina.

Niðurstøðan hjá Tórshavnar Kommunu kann stutt lýsast so, at Kommunan vil hava góð og gevandi tilboð, og at kommunan, við støði í teimum broytingum, ið eru framdar í mun til ólavsøkuhaldið seinnu árini, vil royna eitt øðrvísi konsept kring ólavsøkukonsertina.

Hetta er í stuttum gongdin og her stendur málið. Ólavsøkukonsertin verður sum vant tann 27. juli. Ikki við Futt sum fyrireikara, men við Tórshavnar Kommunu sum fyrireikara.