Kommuna heiðrar umsjónarmann við gávu

Maðurin, sum eisini er kommunustýrislimur, fylti 65 í gjár, og í hesum sambandi fekk hann gávu frá Sands kommunu.

Sands kommuna hevur handað umsjónarmanninum, Bjarka Henriksen, eina gávu í samband við ein merkisdag.

 

Og merkisdagurin er, at maðurin, sum eisini er kommunustýrislimur á Sandi, fylti 65 í gjár, hin 19. juli.

 

Í Sands kommunu siga tey, at Bjarki Henriksen er trúgvur og dugnaligur umsjónarmaður.

 

- Góði Bjarki, hjartaliga tillukku við degnum - við ynski um Guds ríku signing, ljóðar heilsanin hjá Sands kommunu.