Kommuna bjóðar sær nú til at gera reint fyri pensjónistar

– Men tað verður ikki fyri øll og tað verður heldur ikki ókeypis

Heimatænastan í Tórshavnar Kommunu fer nú eisini at bjóða sær til at gera reint fyri pensjónistar, akkurát sum heimahjálpirnar gjørdu fyrr.

Ætlanin er at fáa onkra privata fyritøku at standa fyri reingerðini, tí sjálv er heimatænastan so illa mannað, at tey fáa ikki eisini átikið sær at gera reint fyri fólk.

Endamálið er at bjóða pensjónistum reingerð eina ferð um mánaðin, ella einaferð aðruhvørja viku.

Upprunaliga ætlaði býráðið at hetta skuldi bara vera fyri teir pensjónistarnar, sum vóru ringast fyri fíggjarliga, men Kommunufelagið hevur mett, at tað ber ikki til at bjóða pensjónistum reingerð eftir hvørja inntøku, tey hava.

Kommunufelagið heldur, at tann rætti mátin er at bjóða pensjónistum reingerð, sum eru so illa fyri likamliga, at tey klára tað ikki sjálvi, og tað hevur býráðið tikið til eftirtektar.

Men hetta verður ikki ókeypis fyri pensjónistar, tí teir skulu rinda 300 krónur í brúkaragjaldi fyri hvørja reingerð.

Og nú fer Býráðið so at taka støðu til, um hetta er ein tænasta, sum skal setast í verk, ella ikki.