Tey eru kreativ og duga at hugna um í Hvalbiar kommunu, sum umframt Hvalba, eisini fevnir um Nes og Sandvík. Í góða kavaveðrinum í gjár var trivnaðarnevndin í kommununi úti og bjóðaði fólki, sum vóru farin at skeiða, heitt kakao og karamellur.
Forkvinna í trivnaðarnevndini í Hvalbiar kommunu er Eir J. Norðberg, og við sær hevði hon eisini hini bæði umboðini í nevndini, Gunnhild Mortensen og Thorstein Thomsen. Nógv fólk høvdu leitað sær út um í gjár, og her vóru fólk í øllum aldri.
Á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu verður sagt, at har flest vóru savnaði í kommununi, vóru tey eisini 100 fólk í tali, sum øll hugnaðu sær í góða kavaveðrinum, soleiðis sum viðhefta mynd (ovast) vísir.
##med2##












