Vit eru nú komin so væl áleiðis við flettingin, at tá komandi vika fer at halla, vænta vit, at tað allarmesta er flett.
Tað siga bóndahjúnini í Dímun, Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen
Tá hugsað verður um, hvussu drúgvur síðsti vetur var, og hvussu kalt summarið hevur verið, eru vit heilt væl nøgd við bæði lambatalið og vektina. Tað er hugtakandi at síggja, hvussu væl tilpassaður seyðurin er til føroyska óstøðuga veðrið, siga tey bæði.
Nógv spyrja um okkara nýggja sláturvirki. Vit hava her lagt ein samandrátt út á youtube, ið sýnir rakstur og slátur av einum av fylgjunum.
Filmurin sæst niðanfyri: