Tað var tann 8. mai í ár, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, í felag trýstu á knøttin og harvið skutu fyrsta skotið fyri Húsareynstunlinum. Tað er tunnilin frá ovara parti av Villingadalsvegnum og út í Marknagil, sum skal føra ferðsluna frá nýggja innkomuvegnum suður í Marknagil.
Samstundis sum tunnilin verður gjørdur, so verður eisini vegurin frá Sanvíkarhjalla og suður gjøgnum Hoyvíkshagain til tunnilsmunnan á Villingadalsvegnum gjørdur, og hann verður gjørdur við gróti úr tunlinum.
– Vit eru komin góðar 500 metrar inn í fjallið, og arbeiðið hevur gingið væl, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, sum ger arbeiðið fyri Tórshavnar kommunu.
Hann sigur, at seinastu tríggjar vikurnar hevur arbeiðið ligið stilt vegna feriu, men í dag eru tey farin aftur til arbeiðis.
##med2##
Tunnilin skal verða liðugur 1. november næsta ár eins og vegurin gjøgnum Hoyvíkshagan, og tað sigur stjórin, at tey fara at klára.
Í næstum fara tey at gera benið klárt úti í Marknagili. Tunnilsmunnin verður niðan fyri ríðibreytina vestan fyri Hotel Føroyar, og haðani verður vegur førdur oman í Marknagil og knýttur í Marknagilsvegin við eini rundkoyring.
##med3##
Jón Sigurðsson sigur, at tey spreingja bara úr øðrum endanum. Tað er av praktiskum orsøkum, tí grótið verður brúkt til vegin millum Villingadalsvegin og Sandvíkarhjalla. Articon ger eisini vinnustykkini, sum verða gjørd oman fyri verandi vinnustykki á Sanvíkarhjalla, og til tey verður eisini grót úr tunlinum brúkt.
##med4##
Articon byggir eisini stórhøllina fyri Tórshavnar kommunu, sum verður bygd fram við innkomuvegnum nakað norðan fyri Stórutjørn.
Hon skal standa klár í februar í 2025.