Samráðingar halda fram millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin, men sambært Høgna Hoydal verður einki undirskrivað í kvøld
RÁS2 SENDIR BEINLEIÐIS ? LURTIÐ EFTIR RÁS2 Tað er komið undir land við samráðingunum ? men tað er undir landi, at tey vandamiklastu skerini eru. Og tey, sum tú ikki sær.
Tað segði løgmaður, Jóannes Eidesgaard, við Rás2, tá hann møtti aftur í løgtingshúsinum eftir nátturða.
Hann var kortini rímiliga bjartskygdur um eina semju um eitt samgonguskjal, men vísti til standardsetningin um, at »einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt«.
Høgni Hoydal var, sum hann hevur verið gjøgnum alla samráðingartilgongdina, meiri varisligur í sínum útsøgnum, og hann segði við Rás2, at enn kundi alt fara fyri bakka.
Og eg kann í hvussu er siga, at tað verður einki samgonguskjal undirskrivað, hvørki í kvøld ella í nátt, segði Høgni Hoydal við Rás2.