Triathlon
Kappingin sunnudagin er tó triðja kapping, ið FTF skipar fyri í ár, og er hetta samstundis triðja kappingin í Grand Prix 2002 kappingini.
Kappast hevur verið tvær ferðir í Duathlon (svimjing og renning), men hesa ferð skulu luttakararnir so súkkla eisini. Luttakarin skal fyrst svimja, síðan súkkla og at enda renna.
Kappast verður sum sagt í Sprint Triathlon sunnudagin. Luttakarin skal tá svimja 750 metrar, súkkla 20 kilometrar og at enda renna 5 kilometrar.
Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað verður frá svimjihylinum, oman eftir Eystara Ringvegi, eftir vegnum Yviri við Strond til rundkoyringina við Skansan, har vent verður. Leiðin gongur so niðan til rundkoyringina við R.C. Effersøe Gøtu/Eystari Ringvegur. Hesin teinur skal koyrast tríggjar ferðir.
Renningin byrjar frá Plantusøluni og runnið verður yvir til Føroya Sparikassa Yviri við Strond og niðan aftur til Plantusøluna har málið er.
Hetta er triðja umfar av Grand Prix 2002 kappingini. Hjá monnum liggur Hallur Stakksund á odda og hjá kvinnum Rannvá Jacobsen.
Hallur gjørdist nr. 2 í fyrstu kapping og vann næstu. Hann hevur tí samanlagt 72 stig.
Rannvá vann fyrstu og gjørdist nr. 2 í næstu kappingini. Rannvá hevur somuleiðis 72 stig.
Kappingin byrjar kl. 13.00 sunnudagin, og luttakarar, sum hava teknað seg til kappingina, skulu møta kl. 12.00.