Komandi borgarstjórin: Steðgið við skoytubreytini

Sláið nú kalt vatn í blóðið og finnið annað stað til skoytubreytina:

Tað eru boðini frá komandi borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen, sum ikki heldur avgerðina um at leggja skoytubreytina í Vágsbotni vera væl umhugsaða.

– Handilslívið fær trupulleikar, ferðslutrygdin er ikki í lagi. Har verða nógv børn, so ansast skal serliga væl eftir. Eg vil bara vinaliga heita á býráðið í Havn um at hugsa seg um og steðga ætlanini, sigur Heðin Mortensen.

Hann heldur, at ætlanin er alt ov illa umhugsað, tá tey nú í óðum verkum tosa um at broyta alla ferðsluna í miðbýnum, og at fólk nú skulu venja seg við at koyra øvugtan veg ígjøgnum einsrættaðar gøtur fyri bøta um ein trupulleika, sum tey ikki hava hugsað um, áðrenn avgerðin varð tikin.

Komandi borgarstjórin sigur, at hann fær ikki gjørt so nógv, tí hann er ikki partur av meirilutanum í býráðnum fyrr enn á nýggjárinum.

Hann heldur, at býráðið átti at verið samt um eina slíka avgerð, sum hevur so stóran týdning fyri ferðsluviðurskifitni í miðbýnum.

– Hetta er ikki nóg væl gjøgnumhugsað. Sláið nú kalt vatn í blóðið, finnið eitt annað stað ella steðgið við skoytubreytini til næsta ár, sigur Heðin Mortensen, sum heldur, at ein varandi loysn skal finnast, og at best hevði verið, at skoytubreytin var undir taki, og tað kundi verið í einum tjaldi, sigur Heðin Mortensen.