Kom og dansa í Dansifrøi

Í samband við at Kom og Dansa fær vitjan av Komið og Dans­ið, Íslandi, skipar á­hug­a­bólk­ur­in Kom og Dansa fyri stór­um dansidegi í húsinum hjá Dans­i­frø­i leyg­ar­dag­in koma­ndi.

Um dagin skipar Kom og Dansa fyri skeiðum og um kvøldið verður stórt dans­i­kvøld við døgurða og orkestri. Um­framt tykkum, eru limir hjá Dansi­frøi bodnir við.