Kolumbus og Nornagestur á Sandi við nógvum upsa

Hevði verkfallið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag vart longri, hevði rættiliga staðið á goymslunum hjá Sandoy Seafood.

Fiskivinna

Týsdagin landaðu Kolumbus og Nornagestur 270.000 pund á Sandi.
Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood, sigur, at meginparturin av veiðini hjá trolarunum var upsi, og hetta var hamiliga góður upsi.
- Hetta var serliga fiskur til flakaskeringar og frystingar í Skopun, sigur stjórin.
Í vikuni hevur snelluskipið, Antares, eisini landað á Sandi. Teir høvdu stívliga
40.000 pund. Upsin hjá teimum var meira smáttfallandi.
Magnus Jespersen sigur, at Sandoy Seafood hevur havt nóg mikið av fiski inni til alla hesa vikuna.
Útróður er lítil og eingin.


Vendi aftur

Nú verkfallið er av, er tað ein lætti hjá Sandoy Seafood, tí goymslurnar vóru við at fyllast.
Undir verkfallinum bar Sosialurin tey tíðindi, at eitt av skipunum hjá Skipafelag Føroya hevði verið á Sandi eftir fiskavørum, og at skipið skuldi koma aftur á Sand hendan dagin, vit tosaðu við virkið í Skopun.
Portalurin hjá Føroya Tele, sum Sosialurin umsitur, bar hesi tíðindi beinanvegin, og
her hendi tað keðiliga, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag setti seg í samband við skipið, sum vendi aftur í havnini á Sandi.
Men nú verkfallið er av, eru hesir trupulleikar loystir.