Hóast Eysturbúgvin, sum plagar at landa á Sandi, landaði aðrastaðni seinasta túr, hava tey havt nóg mikið at gera seinastu tíðina á virkinum á Sandi og í Skopun.
- Vit arbeiddu alla síðstu viku, og líkt er til, at arbeitt verður eisini alla hesa vikuna, siga tey á Sandoy Seafood.
Ingibjørg góðan túr
Mánadagin var línubáturin, Ingibjørg, á Sandi. Teir høvdu roynt í tríggjar dagar og høvdu fult skip, umleið 35.000 pund, mest hýsa. So, hetta var ein góður túrur hjá teimum.
Tá ið viðrar, kemur eisini væl av útróðrarfiski uppá land á Sandi og í Skopun, og ein dagin herfyri avreiddi ein bátur úr Havn heili 11.000 pund á umleið 40 stampum í Skopun.
- Jú, bátarnir fáa væl av fiski, tá ið tað viðrar. Teir flestu royna við línu, onkur roynir eisini við snellu, siga tey á Sandi.