Leygardagin 2. mai vóru teir í Ærsskor í Koltri við verðagjólingum. Ærskor er lítið feitilendi vestantil á oynni, sum koltursfólk hava brúkt til seyð í summarhálvuni.
Á Facebook-síðuni - Koltur - hevur Bjørn Patursson, fyristøðumaður, frásøgn og hugtakandi myndir frá túrinum í Ærsskor.
Hann vísir á, at kjøtið, sum kemur úr skorini, er frálíka gott - og ikki minst, tá talan er um veðra- ella gamalseyðakjøt, sum hann tekur til.
- Men, tá talan er um brættlendi og torførar tøkuumstøður, hevur tað hóskað seg væl at sleppa veðragjólingum niður, leggur Bjørn Patursson aftrat.
Hann sigur, at henda dagin, teir vóru í skorini, hevði hann góða hjálp frá ungum og røskum monnum, og tá er ein slíkur túrur eitt spæl.
- Onkur forðing er ávegis inn eftir Longurók, men tað stóð ikki á hjá ungu og røsku monnunum, leggur fyristøðumaðurin í Koltri aftrat.
##med2##
##med3##