Kollveltandi enduskoðan av skúlaverkinum

Ein miðnámsútbúgving á trimum deplum, ein lógarkunngerð í staðin fyri sjey, lestrarætlanir sum ganga frá fyrsta flokki í fólkaskúlanum til triðja árið á miðnámi. Hetta eru nøkur av punktunum í álitið, sum verður lagt framm fyri landstýrismannin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, í dag.

Í dag eru 5 ymiskar gymnasialar útbúgvingar í Føroyum, student, HF, FSF/HH, SIT/HT, SIF/HIF og og hesar kunnu takast á seks ymiskum stovnum, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, Føroya Handilsskúla, Handilsskúlanum á Kambsdali, Fiskivinnuskúlanum, og Tekniska Skúla í Klaksvík.

Í framtíðini verður ein skipan við fleiri breytum, og miðnámsútbúgvingarnar skulu skipast í tríggjar deplar. Ein í Suðuroy, ein í Streymoy og ein í Eysturoy/Norðoyggjum. Deplarnir verða sjálvsognarstovnar við professionellum stýrum og trý ára játtanum.

Álitið er skrivað av nevnd, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setti í november 2005. Limirnir í bólkinum eru rektarar og skúlastjórar á skúlunum sum bjóða út gymnasialar útbúgvingar umframt deildarstjóran fyri miðnámsútbúgvingar á Mentamálaráðnum, og fulltrúi í Mentamálaráðnum hevur verið skrivari hjá nevndini.

Eyðbjørn Poulsen sigur, at henda skipan er gjørd til føroyskar fortreytir, og at íblásturin er komin frá øllum hinum norðanlondunum.

- Verandi skipanir eru nærum kopi av teim donsku, tær hava ongantíð hóska til okkara viðurskifti, tí vit eru eitt so nógv minni land. Í Danmark hava tey eisini skift allar skipanirnar út tey seinastu árini. Men í staðin fyri at kopiera tær nýggju donsku, hava vit valt at mæla til ein skipan,sum passar betur til okkara, sigur Eyðbjørn Poulsen.