Kollfirðingar kunnu drekka vatnið aftur

Ongar bakteriur eru í seinastu kanningunum.

Tað er ikki longur neyðugt hjá kollfirðingum at kóka drekkivatni, tí ongar bakteriur eru staðfestar í seinastu kanningunum. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.


Tað var 11. september, at kommunan heitti á íbúgvarnar í Kollafirði at kóka drekkivatnið. Tað var tó ikki fyrstu ferð í summar, at kommunan mátti koma við slíkari áheitan. Kollafjørður hevur nevniliga verið millum tær bygdir, ið hava verið harðast raktar av dálkaðum drekkivatni í summar.


Seinastu ávaringin kom, aftaná at ikki færri enn sjey vatnroyndir vórðu tiknar í farnu viku, í Líðini, á Langasandi, inni í Firði, á Oyrareingjum og á Signabø, har smærri nøgdir av koliformum bakterium vórðu staðfestar.