Kollfirðingar vóru minni fegnir um javnleikin

Kollfirðingar mistu sigurin í teimum doyggjandi sekundunum í tí fyrstu FM-finaluni millum H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini í kvøld. Tað hoyrdist eisini á venjaranum, Jakobi Jónssyni og spælarunum hjá KÍF, at teir vóru ikki eins fegnir og hoyvíkingar um javnleikin. Kollfirðingar vóru frammanfyri við fýra málum stórar partar av dystinum.

 

Undir greinini er eitt ljóðbrot, har tað fremst ber til at hoyra ta seinastu dramatisku løtuna av dystinum. Til ber eisini at hoyra prátini, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við H71-arar og KÍF-arar aftaná dystin, umframt eftirmetingina hjá Birgiri Hansen, hondbóltsviðmerkjara. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge søgdu frá dystinum á Rás2, og Birgir Hansen varð viðmerkjari.