Neistin vann aftur í dag tvey stig, soleiðis at teir halda fast um kósina, sum framvegis er púrasta bein móti finalusessinum.
Fyri steðgin tóktist talan eisini at skula verða um ein sigur av teimum heilt tryggu. Men hóast munurin eitt skifti var átta mál, so tók hetta ikki móti frá KÍF.
Eftir steðgin var eisini um reppið, at KÍF kom upp á javnt. Neistin fekk fýra útvísingar á rað, har ein var beinleiðis reytt kort til málverjan, Ára Dam.
Tað gav møguleikan til Dejan Lacok, og við trimum framúr bjargingum, tá mest stóð á, helt hann Neistanum á odda. Júst hendan løtan tóktist meira ella minni at knekka gestirnar, og seinastu løtuna kundi Neistin so staðfesta tað, sum gjørdist til ein tryggan sigur.
Besti málskjútti hjá Neistanum var David Edvardsen við 10 málum. Regin Petersen skoraði 7 ferðir fyri KÍF.
Neistin-KÍF 34-25 (15-11)