Kollafjord Pelagic virkar endiliga fisk

Mánakvøldið kom nótaskipið Finnur Fríði á Kollafjørð við eini last av norðhavssild, sum skal virkast til matna og sendast á eysturevropeiska marknaðin

Endiliga ein sólskinssøga í føroyska vinnulívinum. Kollafjord Pelagic hevur nú fingið veruliga gongd á virksemið, og mánakvøldið landaði Finnur Fríði 400 tons av sild. Tvær vaktir við fimtan tímaløntum á hvørjari vakt eru til arbeiðis á virkinum, og arbeitt varð við fullari ferð mánanáttina og týsdagin. Umframt tey tímaløntu eru átta fastlønt fólk á virkinum.
? Hetta er fyrsta veruliga lastin, vit hava fingið síðan umbyggingina og royndarkoyringina, sum var í mars mánað í ár, sigur Sofus Poulsen, stjóri á Kollafjord Pelagic, sum nú er klárt at taka ímóti og virka fisk.

Málið er 40.000 tons
Tá virkið framleiðir optimalt, og øll viðurskifti eru til vildar, skuldi virkið kunna virkað eini 30-40.000 tons um árið.
? Hetta er málið hjá okkum. Tað verður ikki í ár og neyvan komandi ár, men tá vit hava fingið framleiðsluna í eina fasta legu, rokna vit við at virka umleið 30-40.000 tons um árið, sigur Sofus Poulsen, stjóri.
? Ætlanin er at fáa teir flestu føroysku bátarnar at landa hjá Kollafjord Pelagic, men neyðugt verður eisini at fáa lastir frá írskum, skotskum og norskum bátum, sigur stjórin um framtíðarvirksemið hjá virkinum.
Nú stendur makrelsesongin fyri framman, og tá ætlar Kollafjord Pelagic sær at vera við frá byrjan av. Sildasesongin er um at vera liðug, og makrelsesongin er frá september til mánaðarskiftið januar/februar.
? Okkara høvuðsvirksemið verður um heystið og um veturin. Summarið verður væntandi lágsesong hjá okkum. Tá fara vit møguliga at taka ímóti gulllaksi og sild, men tað verður fyrst og fremst makrelurin, ið vit satsa uppá, greiðir Sofus Poulsen frá.
Fiskurin verður fyrst støddarskildur og síðani pakkaður í 20 kilo eskjur. Tann virkaði fiskurin verður goymdur á frystigoymsluni hjá Kloosterboer í Kollafirði, sum teir upprunaligu eigararnir av Kollafjord Pelagic framvegis eiga, og ætlanin er at selja fiskin á tí eysturevropeiska og russiska marknaðinum.

Byrjunartrupulleikar
Fyri einum ári síðani keypti eitt samtak millum Føroya Sparikassa, Framtaksfelagið Notio, Tryggingarfelagið Føroyar og reiðaríini hjá fleiri nótabátum í Gøtu (Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Jupiter og Høgaberg) virkið í Kollafirði, men ikki fyrr enn nú er virksemið veruliga komið í gongd.
Tað vóru upprunaliga hollendskir íleggjarar, ið bygdu virkið í Kollafirði, men fyri einum ári síðani valdu teir at taka seg úr Kollafjord Pelagic og selja til føroyingar. Fyrsti spakin varð settur í í 2001 og virkið stóð liðugt í 2002, og nú tvey ár seinni verður fiskur loksins virkaður á Kollafjord Pelagic.
? Vit hava havt nakrar byrjunartrupulleikar. Eitt nú skuldi ein nýggjur frystitunnil vera klár í januar, men hann bleiv ikki klárur til nýtslu fyrr enn í mars mánaði, og tað var sesongin fyri makrel av á hesum sinni, og tískil hava vit verið nakað seinkaðir, sigur Sofus Poulsen.
Síðani í vár hava ymisk viðurskifti havt við sær, at virkið ikki hevur fingið tann neyðuga fiskin at virka. T.d. hevur góðskan á rávøruni (sildini) ikki verið nóg góð eitt skifti í summar.