Kollafjord Pelagic verður royndarkoyrt

Á Kollafjord Pelagic eru tey farin at royndarkoyra nýggja frystiútbúnaðin, sum settur er upp á virkinum. Ruth er fyrsti báturin, sum landar til virkið eftir endurreisingina

Kollafjørður

Enn hevur Kollafjord Pelagic ikki alment boðað frá, at virkið tekur ímóti fiski til innfrystingar, men stjórin, Sofus Poulsen, vónar, at royndarkoyringin, sum nú fer fram, verður so mikið positiv, at tann dagurin ikki liggur langt frammi.

500 tons av sild

Fyrsta skipið, sum landar til Kollafjord Pelagic nú eftir endurreisingina og nútímansgerðina, er nótabáturin, Ruth hjá Gulaki Madsen í Hirtshals.
Sofus Poulsen sigur, at teir byrjaðu at landa Ruth hósmorgunin, og helst gongur allur dagurin í dag, áðrenn tey 500 tonsini av sild, sum skipið hevði inni, eru komin upp úr skipinum.
- Hetta er sum nevnt ein "test", nú eftir at nýggj frystiútgerð er sett upp á virkinum.
Stjórin vísir á, at fyrr enn hendan royndin er liðug, er ógjørligt at siga, hvussu nýggi útbúnaðurin virkar í verki.
- Men vit vóna, at alt gongur væl, soleiðis at virkið kann fara undir veruliga móttøku og innfrysting skjótast tilber.
Sofus sigur, at sildin, sum Ruth landar, er lutfalsliga smá. Hon verður skild í tvær støddir, pakkað í 20 kilo eskjur og heilfryst.
- Á virkinum kunnu vit skilja í fýra støddir, men tá ið fiskurin er smáur, verður hann, sum í hesum førinum, skildur í tvær støddir.

Arbeiða í vaktum

Átta fólk eru burtur av knýtt at Kollafjord Pelagic, men tá ið fiskur er, verða eini 17-18 fólk til arbeiðis á hvørji vaktini umframt tey átta í føstum starvi
Sofus sigur, at arbeitt verður uttan steðg, til veiðan, sum skipini koma við, er fingin til høldar.
- Nú vit gera hesa royndina, hava vit biðið nøkur fólk komið til arbeiðis. Enn duga vit ikki at siga, hvussu tað verður at fáa fólk til tað arbeiði, sum væntandi verður á virkinum, tá ið gongd er komin á.
Stjórin vísir á, at arbeiði á Kollafjord Pelagic verður eftir, hvussu skipini koma inn at landa.
- Vit kunnu ikki rokna við, at arbeitt verður hvønn dag á virkinum, og hetta noyðast tey, sum verða í starvi hjá okkum, at laga seg eftir, sigur stjórin, Sofus Poulsen, sum annars hevur verið stjóri á Rækju-og skeljavirkinum á Oyri í fleiri ár.