Eg havi bjóða meg fram sum valevni til kommunuvalið á listanum hjá Framsókn og eg stilli upp fyri at verða valdur! Lat ongan iva vera um tað! Eg meti meg vera sera væl klæddan til hesa uppgávu. Hóast mín unga aldur havi eg drúgvar arbeiðsroyndir bæði her í Føroyum eins og uttanlands og eri vanur at standa fremstur, tað verið seg innan mentunarøkið, fyriskipan av tiltøkum og nevndararbeiði av ymiskum slagi. Tí eri eg klárur at taka ábyrgd í býráðnum og arbeiða fyri, at Kollafjørður verður mentur við trivnaði bæði fyri ungum sum eldri.
Kollfirðingar skulu standa saman um at velja meg tí mínar ætlanir bera altíð á mál og mítt mál er, at Kollafjarðar bygd verður ment á øllum økjum. Hesar verða mínar fremstu uppgávur komandi fýra árini:
• Grundstykki í Kollafirði beinanvegin
• Nýggjur dagstovnur skal gerast – frá vøggustovu til frítíðarskúla
• Dagføring av bygdarvegnum soleiðis at hesin gerst tryggur hjá øllum at ferðast á.
• Tilboð til ung – ungdómsstað
• Fríðkan av bygdini
• Títtleikin á bussleiðini til Kollafjarðar skal økjast og umfata leygardag
• Ellisíbúðir skulu gerast
• Bátahylurin skal bøtast um
• Sparkivøllur skal gerast
• í samarbeiði við Tórshavnar Musikkskúla arbeiða fyri, at yngstu børnini kunnu nema sær frálæru í ljóðføri
Eg vil syrgja fyri, at Tórshavnar Kommuna raðfestur Kollafjørð á sama hátt sum restina av havnini og eg vil, í tøttum samstarvi við Kollafjarðarnevndina og tykkum Kollfirðingar arbeiði fyri trivnaði.
Tí skulu Kollfirðingar fara á val týsdagin 13. november og seta x við Ólavur Olsen á lista F.