Vagnur Johannesen, býráðslimur
----
Í Kollafirði vóru stór framstig á ítróttaøkinum, tá ítróttahøllin, við góðum stuðli frá kommununi varð bygd fyri 7 árum siðani.
Høllin hevur ment ítróttin umframt, at hon hevur styrkt samanhaldið ómetaliga nógv farnu árini.
Tí er tað at fegnast um, at kollfirðingar loksins hava fingið byggiloyvi at fara undir innrætting og liðugtgerð av ovaru hæddini í høllini. 3 mio kr eru avsettar til endamálið.
Útbyggingin fer at at fjøltátta tilboðini í bygdini. Fer at gera høllina til staðið, har møguleikarnir at savnast verða framúr.
Hollar karmar
Sum framhald at fjøltátta ungdómsvirksemið og fáa tað at virka eftir skipaðum leisti, eigur kommunan eisini at taka upp samráðingar við Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag um at gera møguleikar fyri, at ungdóms- og frítíðarvirksemið verður víðkað eisini at vera í Bygdahúsinum.
Soleiðis kann kommunan gera karmar fyri hollum frítíðarviksemi, har tilboð vera bæði til ung sum eldri. Har ein samskipan av tiltøkum fer at gera framúr møguleikar fyri øktum trivnaði í bygdini.
Tað hevur skund at fjøltátta og fáa skipað tilboðini í eina heild. Hetta er eitt av mínum hjartamálum, sum ligga fremst at fáa framt.