Vanliga hevur kommunan her verið við tá økir blivu útstykkjað. Kommunan hevur gjørt økið búgvið og síðan selt stykkir, sum skulu byggjast á innan rímuliga tíð.
Í Kollafirði eru nakrar kommunalt fyriskipaðar útstykkingar. Hesar eru nú stórt sæð fult bygdar. Tí verður neyðugt at fáa nýggj øki til sethús. Hetta verður so ein uppgáva hjá komandi býráð at vera við í.
Eitt, sum eisini nokk má takast við, er, er at íbúðarmynstrið broytist ? eisini í Kollafirði. Ein komandi útstykking kundi havt møgleika fyri sambygdum húsum ? tvey ella fleiri. Eisini húsum, sum eru egnað til eldri at kunna yvirtaka í staðin fyri tey kanska í so stóru, tey sita við í dag og sum fella teimum so tung at halda. Hesin møguleiki eigur eisini at vera við í komandi ætlanum.
Terje Davidsen,
valevni á sambands-
listanum til
Tórshavnar býráð